Í skýming

Í skýmingini

 

Sofía Petersen hevur skrivað, og Elinborg Lützen myndprýddi. Bókin kom út á fyrsta sinni í 1948 og kom síðan í øktari útgávu út aftur í 1988.

 

Henda dragandi, vakra  og samstundis ræðandi bók fekk nógv pláss í hugaheimi mínum. Hon var lisin umaftur og umaftur, ikki bara tí hon var nýútkomin (1948), og tað sum  heild  vóru so fáar føroyskar  barnabøkur, men tí hon í innihaldi ikki var til at koma uttanum. Vit kendu Sofíu Petersen, sum skrivað hevði.  Hvussu kundi henda vakra, milda omman  við hvítum hári fáa í lag at skriva søguna um Børnini og kellingina. Hon búði niðri við ánna í hugnaligum húsi úti í Havnadali. Har vóru vit við hvørt, og  har andaði alt av friði og góðsemi.
 

Arbeiðskonan hjá okkum - Karin, ið var av Kalsoynni dámdi best at rógva út á Krabbaskel og at syngja uppi í eini Eikilund fyri okkum. Tað gjørdi hon longu, áðrenn bókin kom. Serliga væl dámdi okkum uppi í eini Eikilund, tí tekningin hjá Elinborg Lützen til hetta rím var so hugnalig og vøkur.
 

Søgan Børnini og kellingin var so mikið álvarsom, at hana kundi bert mamma lesa fyri okkum. Tá hon ikki var til at koma uttanum, so var tað tí,  at vit umaftur og umaftur  vildu hoyra um Óla og Lenu, sum eftir miklan sorgarleik í húsinum hjá kellingingini umsíðir lumpaðu hana og rendi hana inn í logandi  ovnin, ið var ætlaður Óla. Vit hoyrdu  aðrar  ræðandi søgur, men tær gjørdu okkum ikki so stóran mun. Hví tað var soleiðis, kann bert gitast um. Haldi tað vóru tvær orsøkir, onnur var, at Óli og Lena búðu í Føroyum, og tey høvdu tað ikki gott. Tey fóru í hagan at leita sær eftir berum og hvonnum, tí foreldrini  áttu ikki nóg mikið at geva teimum at eta. At leita sær út í hagan var nakað við vistu um, - hagin  sást væl úr køksvindeyga okkara. Har vóru vit ofta. Vit kundu væl seta okkum inn í hesa verð.  Síðani er tað hin listilærdi óndskapurin, at seta Óla í  búr og senda Lenu at skera fingurin av honum. Tað var ræðuligt. Sjálvandi dugdu vit skjótt søguna uttanat. Tá vit tosaðu um hana, høvdu vit bókina hjá okkum, men kortini skuldi mamma eisini fortelja hana  umaftur og umaftur.   
 

Hetta leikaði somikið  hart á hjá beiggja mínum og mær, at vit,-hóast vit  fingu at vita, at vit ikki skuldu gera okkum inn á bókina við  tekningini av kellingini, so høvdu vit  kortini í loyndum  sligið so ofta niður á hana við onkrum, at hol kom á hesa síðuna og bert hana. Tá eg sá nýggju útgávuna av Í SKÝMINGINI, sló eg beinaveg upp á síðuna við kellingini.  Tekningin er hin sama, men enn eri eg  sannførd um, at hin tekningin frá 1948 var størri og ógvisligari. Heldur ikki vóru vakrar sóljumyndir í føgrum litum fremst í fyrstu útgávubókunum. Okkara bók er tíverri  ikki til. 
 

So er tað hin orsøkin til dragandi máttin í bókini. Tað vóru allar  tekningarnar hjá Elinborg Lützen, ið veruliga setti gongd í hugflog okkara.  Sum vaksin møtti eg Elinborg Lützen og kundi ikki lata vera við at spyrja hana, hví hon hevði gjørt summar tekningar so óhugnaligar, tá hon dugdi so væl at gera vakrar og hugnaligar myndir. Hon flenti at mær og helt fyri: Tað er júst tað tað snýr seg um, tá tú skal gera ævintýr fyri børnum. Tey skullu kenna bæði spenning, ótta, óhugna og gleði, tástaðni er tað ein góð søga. Hví heldur tú vit hava so nógvar spøkilsissøgur í Føroyum:) spurdi hon.
 

Tað gingu mong ár, áðrenn bókin var uppafturprentað (1988), og alsamt kenni eg nøtrilsi bert við at siggja permuna á bókini. Hetta minnir um, tá tú spyrt fólk um ein film, og svarið er: Frálíkur filmur, øll grótu.



Aftur