Mamma, hvussu?

Mamma, hvussu? eftir Sten Hegeler kom út á føroyskum í 1971. Steingrímur Weihe týddi, og Hitt føroyska studentafelagið gav út. Gerda Nystad teknaði. Gudrun Brun hevði skrivað eitt fororð til bókina.

   

Tá elsti sonur mín var eini fimm, vildi hann vita, hvussu børn vórðu gjørd. Eg royndi at sleppa undan smálutum og royndi meg við einum epistli um, at “tá ein maður og ein kona eru ordiliga góð og forelskað, tá...” “Jaja!! Men hvussu GER man??” breyt hann meg av. Og eg visti akkurát, hvar hann var. Hann var har, børn í mínari tíð vóru, tá tey høvdu lisið bókina “Per og Lisa fáa ein lítlabeiggja.” Ta bókina gav Føroya Lærarafelag út í 1968, nøkur ár áðrenn eg varð gjørd og fødd. Bókin var framvegis at fáa, tá eg var komin í handan aldurin, og vit áttu hana. Haldi ikki, nakar las hana fyri okkum. Giti, taktikkurin var at keypa hana og so bara vóna, at eg las hana sjálv! Tað gjørdi eg. Men – tá ein hevði lisið ta bókina, var ongin gáta loyst. Har stóð nakað um, at mammur og pápar kundu giftast og “vera øgiliga góð.” Kanska strekti hon seg til at siga, at tey høvdu hug at vera nakin saman, hesi góðu fólk, eg minnist ikki heilt vendingarnar – men so heldur ikki longur. Har stóð ikki, hvussu man GJØRDI.

Men eg visti. Tí “Per og Lisa fáa ein lítlabeiggja” var ikki einasta bókin um hetta flovisliga evni. Hina barnabókina um lívsins gátu hevði eg funnið í einum bókadunga á loftinum í lærarahúsunum í Skúgvi.

Skúvoyggin var mín summaroyggj. Eg elskaði at ferðast hjá Arna og Guðrið og synum teirra. Tey áttu so nógvar bøkur og teknirøðir. De Fem. Lucky Luke. Asterix. Og tað besta – har kundi eg lesa so nógv og leingi, eg vildi. So tá eg fann “Mamma, hvussu?” hjá Sten Hegeler, fylgdi tað týdningarmesta við. Friður og náðir at sodna hesa ótrúligu søgu – sum eftir øllum at døma var sjálvur sannleikin um lívið, meg, og okkum øll! At hetta hoyrdi til “sovorðið, man ikki snakkar um” stóð kortini púra greitt. Eg segði ikki eitt orð við Guðrið, sum eg annars helt vera verðins fittastu at práta við, um lesnaðin.

“Hvordan, mor?” eitur bókin á upprunamálinum, og Sten Hegeler gav hana út longu í 1948. Í Føroyum kom hon ikki út fyrr enn í 1971. Tá hevði “Per og Lisa fáa ein lítlabeiggja” verið á marknaðinum í trý ár. Munurin á bókunum er ikki stórur – og kortini himmalvíður. Per og Lisa fáa at vita, at børn verða til, tá “foreldrini eru góð við hvørt annað”, meðan Sten Hegeler fortelur, hvat fer inn hvar, tá foreldur eru allarmest góð við hvørt annað.

So – eg visti. Og sjálvt um vit høvdu minst 1981, tá eg fann bókina, og Sten Hegeler langt síðani hevði vant danir við at tora at lesa og tosa um sex, so var “Mamma, hvussu?” kortini ikki ein bók, sum nógv børn á Sandi áttu. Um yvirhøvur nakar. Tey áttu kanska Per og Lisu, sum høvdu foreldur, sum fingu børn av at “vera góð.” So tit kunnu ímynda tykkum glómurnar og frøina, tá buldrasligi 4. flokkur ein dag pakkaði bókakassan frá Landsbókasavninum upp (vit høvdu onki bókasavn í Sands skúla), og onkur drongur varnaðist, at hendan óinteressanta perman við eini mammu og einum barni var skálkaskjól fyri ta fúlastu bókina, sum nakrantíð hevði verið innan skúlans dyr!

Tað var fast, tá bókakassin kom, at vit fingu søgu. Hendan dagin var omma mín lærari hjá okkum. Og allur 4. flokkur kláraði at halda sær, meðan ein eygagóður kúllur átók sær uppgávuna at spyrja ommu, um hon kundi lesa hesa bókina fyri okkum. Hesa her, segði hann og handaði henni bókina, eins og var hon ein bumba. Tað var hon eisini, á ein hátt. Vit fingu næstan ikki andað, tá vit sóu, at hon veruliga læt bókina upp og byrjaði at lesa! Og serliga ikki eg. Hetta var púra óveruligt. Um eina løtu fór fitta og hampuliga omma mín at lesa upp, hvat pissilingar og pissikonur hjá vaksnum kundu gera saman! Eg tordi næstan ikki at hyggja upp til pultin. Hoyrdi, hvussu hini vóru um at bresta í látri og spenningi, men eg kundi ikki steðga hesum. Kundi ikki leypa upp og skræða bókina frá ommuni. Men omma var ikki fyri nothing. Hon varnaðist jú beinaveg, hvat bókin var um, og um enn vit 10 ára gomlu ikki kundu ímynda okkum tað, so hevði hon jú praktiskar royndir á økinum og visti, hvat fór at henda um fáar síður! So hon segði “Nei, tit eru so ófriðarlig, eg tími ikki at lesa fyri tykkum í dag” og legði bókin saman. Og soleiðis slapp hon snildisliga undan at vera tann, sum formliga upplýsti okkum, hvussu menniskjan nørist. Bókin varð løgd í skuffuna á lærarapultinum. Men gjørdi helst nyttuna, Sten Hegeler ætlaði hana til, kortini. Haldi, fleiri lúrdu í hana, tá høvi beyðst. Og hvør veit – kanska var tað júst soleiðis, omma eisini helt, tað var frægast, at vit fingu henda kunnleikan!

“Jaja, men hvussu GER man!”, spurdi elsti sonurin. Gud viti, hvussu miðlingurin fer at spyrja. Kanska skuldi eg vita, um greidliga bókin frá 1948 er til enn? Tað, sum stendur í, er í hvussu er sannleiki enn í dag. Og óivað kollveltandi vitan fyri 6 ára gomul enn sum áður.



Aftur