Bókameiri

Satt at siga, so minnist eg ikki ordiliga, nær eg lærdi at lesa, haldi meg altíð havi lisið, tó neyvan er tað so. Men ikki kann sigast, at byrjanin var fín. Í mínum (óálítandi) minni, so byrjaði tað heila við sjampodunkum o.t. á vesinum í barnaheiminum uppi á Lützenstrøð í Havn, og eg skal viðganga, at eg enn í dag taki meg í at lesa aftan fyri á sjampodunkum við stórum áhuga. Frá barnaskúlanum á Frúutrøð minnist eg sum heild ómetaliga lítið, kanska ræddist eg eitt sindur at vera har, men onkrar søgur um Søren og Mette og lille Jep minnist eg, og so dugdi stranga flokslærarinnan hjá okkum rættiliga væl at siga okkum spennandi og visuelt nemandi søgur. Sum eg minnist føroyskar barnabøkur tá, vóru tær einki serligt. Eg minnist serliga eina røð av bókum við gomlum uppbyggiligum heitum sum Við ommu til neyta og Við abba á flot, sum eg helt vera ræðuliga keðiligar. Tað var ikki nógv av neytum og fiskaríi í mínum barndómi, mínar barnabøkur skuldu kanska heldur itið “Við mammu í Skálabúðini”, “Við babba í Mimir” ella “Við vinkonunum í Kiosk Aktiv” - skuldu tær verið realistiskar altso. Heima las eg tað, sum stóð á hillini. Ymsar bókarøðir, sum Bókagarður gav út, og sum eg las uttan íhald og helst uttan at skilja so nógv av tí, eg las. Á tí ediliga Býarbókasavninum lænti eg romantiskar teknirøðir um Prins Valiant og ta undurvøkru prinsessuna úr Mjørkaoyggjum, Aletu, sum var næstan líka vøkur sum tann ljóshærda í Abba, ella tað helt eg tá. Eg lænti eisini bøkur um The Beatles, sum eg somuleiðis elskaði passionerað. Tá vit fluttu úr lítla skúlanum niðan í Eysturskúlan upplivdi eg ta sonnu marglætiskensluna av at ganga í einum skúla við bókasavni, og har vitjaði eg ofta. Har lænti eg serliga danskar barna- og ungdómsbøkur, eg hevði ein fínan dansktlærara tá, Verner Hansen, sum hevði yvirskot til at viðmæla mær bøkur og rósa mær fyri mína skriving, eg haldi, at eg skrivaði eina bók í 6.flokki, sum eg royndi at fáa at líkjast Krummerne hjá Thøger Birkeland. Men skal eg velja eina lesiuppliving fram um allar hinar, so má tað nokk vera framhaldssøgurnar í vikublaðnum Hjemmet, sum mamma keypti. Hetta vóru ómetaliga spennandi søgur um vakrar damur, sum skuldu ígjøgnum so ræðuliga nógvar óreinheitir áðrenn alt bleiv gott. Putursukur uppá fransbreyð og mjólk afturvið søgum sum Arvingen, Slottet og Fasangården hjá Ib Henrik Cavling teljast millum mínar allarbestu barndómslesiupplivingar.



Aftur