Krabbabøkurnar

Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:

 

1. At stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa

2. At stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa

3. At stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa

4. At kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa

 

Á hvørjum ári koma 28 krabbabøkur út, og útgávuumførini eru uml. 1. mars, 1. mai, 1. september og 1. november. Bøkurnar eru býttar í sjey torleikastig:

 

1. Guli krabbin, vegleiðandi til 1. flokk

2. Appilsinguli krabbin, vegleiðandi til seinnu helvt av 1. flokki og 2. flokki

3. Reyði krabbin, vegleiðandi til 2. og 3. flokk

4. Lilla krabbin, vegleiðandi til 4. flokk

5. Blái krabbin, vegleiðandi til 4. og 5. flokk

6. Grøni krabbin, vegleiðandi til 6. og 7. flokk

7. Grái krabbin,vegleiðandi til 8. flokk og eldri næmingar

 

Uppgávur verða gjørdar til allar bøkurnar við gulum, appilsingulum, reyðum og lilla krabbum. Harafturat verða uppgávur gjørdar til faktakrabbarnar og til nakrar bláar krabbabøkur. Endamálið við uppgávunum er at hjálpa næminginum at skilja tekstin. Til ber at taka niður uppgávur við at fara inn á einstøku útgávurnar.

 

 



Aftur