Andras Dunna og eldgosið í Vestmannaoyggjum

Rúna Gísladóttir og Þórir S. Guðbergsson: Ásta og eldgosið í Oyggjunum

Hanna Lisberg týddi. Føroya Lærarafelag 1974

 

Tað er synd at siga, at lesihugur mín allar dagar hevur verið góður. Alt eg kann minnast, hava ávísir vinmenn og onnur kring meg gjørt munandi meira við lesingina enn eg, og so er framvegis. Nú umberi eg meg við, at tíðin fer til annað – eisini nógvan lestur, bara ikki skaldsøgur og tílíkt. Tíverri! Tað sigur kanska eisini sítt, at einasta, sum eg sum smádrongur við vissu visti, var, at skúlagongdin skuldi vera so stutt sum gjørligt. Einki við studentaskúla og enn minni lærarastarvi. Soleiðis broytist so mangt á mansins ævi.

Freistandi hevði verið at sagt, at sjálvandi kemst hetta av heimligu viðurskiftum mínum, sum hava verið alt ov lítið eggjandi, tá ið tað viðkemur bókmentum og stimbranini til lestur. Einki kundi verið longur av leið.

Allan uppvøksturin, ja alt lívið, hava bøkur og aftur bøkur verið á dagsskrá heima, í skúlagongd og í arbeiðslívi. Pápi við sínum bókaútgávum í bæði hesum og hasum sambandinum. Og mamma mundi meira enn mammur flestar gera nógv burturúr at skapa góðar lestrarkarmar heima hjá okkum og ikki minst lesa nógv fyri okkum. Har var einki spart!

Í skúlagongdini var eisini lagt nógv fyri. Lærarar mínir vóru nærlagdir, lósu nógv fyri okkum børnunum og løgdu stóran dent á, at tá ið vit vóru so fræg, at vit dugdu at lesa, at vit so vórðu eggjað og hildin til bøkurnar. Hvørja løtu, tá ið undirvísingin var av, sluppu vit at lesa, ella varð lisið fyri okkum. Um Emil, Tom Sawyer, Tann síðsta mohikanan, Kring jørðina í kavbáti og so framvegis. Løgið, sum alt kemur fram aftur nú, tá ið eg hugsi um tað.

Av barnabókaminnum ella kanska serliga lestrarminnum eru tað donsku bløðini Anders And ella Andras Dunna, sum mamma týddi tey til, sum renna mær til hugs. Hon plagdi at sita undir mær og lesa. Hon týddi so hvørt úr donskum, og tað lá so mikið væl fyri, at nú eg hugsi meg um aftaná, og onkuntíð havi roynt henni kynstrið eftir við mínum egnu børnum, má eg bara undrast og staðfesta, at eg stígi henni ikki hálvan skógv. Eg hugsaði ongantíð annað, enn at Andrass Dunna var á føroyskum.

Sterkast í minninum, tá ið tað viðvíkur barnabókum, er bókin um lítlu gentuna Ástu, sum upplivir eldgosið í Vestmannaoyggjum í 1973. Bókadeildin gav bókina út í 1974. Hon eitur “Ásta og eldgosið í Oyggjunum”, og eg minnist, at hon er lisin fyri mær fleiri ferðir. Hendingarnar úr Vestmannaoyggjum hava fest seg so sterkar í minnið, at tað er sum at hava verið har sjálvur og hava upplivað alt. Fyri mær er tað, sum at eg minnist væl, at eldgos var í Vestmannaoyggjum, men tað ber so ikki til, tí eg var ikki meira enn 2 ára gamal tá.

Síðan havi eg havt tað framúr uppliving saman við familjuni at hava verið í Vestmannaoyggjum. Sæð toftirnar, øskuna og gingið á fjallinum, sum enn tann dag í dag er heitt. Tað er í sjálvum sær uppliving, øll eiga at unna sær.

Tá ið eg sjálvur fór at lesa, vóru tað fyrst donsku bøkurnar sum De 5, Jan osfr. Komin nakað til mans má eg bara viðganga, at tað eru klassikararnir og tríggir av stóru høvundum okkara William Heinesen, Heðin Brú og serliga Martin Joensen, sum hava hugtikið meg. Eingin meira enn Martin, sum eg eisini í lærarastarvi mínum havi havt stóra gleði at lesa og nýta skaldskap hjá í føroyskum. Alt hansara skrivingarlag, allur hansara málburður og ikki minst tey evni, hann dregur fram í skaldskapinum, eru líka viðkomandi enn. Og við røttu hjálpini fata næmingarnir, hóast viðgjørdu evnini eru gomul, at talan er um skaldskap og dygd, sum er ævig og fer ongantíð av móta.

Nú summarfrítíðin stundar til, havi eg nakrar bøkur í huganum, sum eg stillar løtur fari at lesa. Og eitt er vist. Vinmaðurin Martin verður ikki gloymdur.



Aftur