Ørindi í loyndum

Torill Eide

Ein genta leitar aftur til barndómsheimið hjá mammuni, har hon einsamøll í nakrar dagar ætlar sær at skriva eina próvtøkuuppgávu. Men ikki gongst sum ætlað. Í staðin brúkar hon tíðina at endurskapa ungdómin hjá mammuni, sum doyði, meðan hon var pinkubarn.

Ein genta leitar aftur til barndómsheimið hjá mammuni, har hon einsamøll í nakrar dagar ætlar sær at skriva eina próvtøkuuppgávu. Men ikki gongst sum ætlað. Í staðin brúkar hon tíðina at endurskapa ungdómin hjá mammuni, sum doyði, meðan hon var pinkubarn. Sumt hevur hon hoyrt, hon hevur sæð myndir, og so eru tað eisini tær báðar dagbøkurnar, sum hon hevur funnið.
Søgan um mammuna er ein søga um eina unga gentu, 16 ára gomlu Ingrið, sum fer inn í býin at ganga í studentaskúla. Hetta verður samtíðis ein ferð úr barndóminum og inn í vaksnamannaheimin. Hon ger sínar fyrstu royndir á kærleiksleið, og hetta er í einum heimi og í einari tíð, tá ið tú ikki tosaði um sovorðið, sum viðurskifti millum drong og gentu.
  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2000
  • Torill Eide
  • Jákup í Skemmuni
  • norskt
  • Olivur við Neyst
  • 175
  • heft við kalffum
  • 99918-1-211-3