Træið, ið gav

The Giving Tree kom út fyrstu ferð í 1964. Tað er Shel Silverstein, sum bæði hevur skrivað og teknað.

 

Barnabókin, sum rennur mær í hug, tá onkur biður meg hugleiða um eina barnabók er The Giving Tree eftir Shel Silverstein. Hesa bókina havi 'eg' átt líka so leingi, eg minnist. Eg veit, at hon er komin inn í myndina, meðan eg við foreldrunum hjá mær búði í New Mexico í USA sum barn. Tá var eg 3-5 ár, og eg veit satt at siga ikki, hvussu nógv eg havi lisið ta bókina tá.

Men eg kenni hana út og inn. Og eg veit, hvat høvundurin vil siga mær.

Bókin hevur bæði ein greiðan boðskap og samskiftir visuelt. Bókin hevur lítið av teksti, og góðar og greiðar myndir afturvið. Og her haldi eg, at bókin er ein góð heild. Ov einføld at vera ein teknirøð og ov fáorðað at vera ein lesibók. Eitt lætt lesiligt millumting, sum kann skiljast ymiskt, alt eftir aldri.

Bókin snýr seg um ein drong, sum er góður við eitt træ. Og træið elskar drongin. Og sum drongurin veksur upp, gevur træið dronginum meira og meira av sær sjálvum.  Drongurin fær súreplir, eitt klemm, træið gevur honum skugga, greinar at byggja síni hús við og at enda bulin at hola sær ein bát úr fyri at fara burtur. Og sjálvt tá træið hevur givið alt, sum tað hevur at geva, so hevur tað enn ein máta at gleða drongin, sum at enda er vorðin ein gamalur maður.

 

Á baksíðuni er ein mynd av einum álvarsligum, skallutum manni við svørtum skeggi. Í nógv ár kendi eg hann bara av navni og sum maðurin á baksíðuni. Men í mínum vaksna lívi eri eg komin at kenna hann enn betur, og nú eigi eg enntá eina plátu hjá honum eisini.

Eg haldi, at tað er stuttligt, at Shel Silverstein hevur fylgt mær alt lívið. Tí umframt at duga The Giving Tree nærum uttanat, so havi eg lært meg enn ein tekst frá hansara hond uttanat. Og tað uttan at vita hvør, ið hevði skrivað. Tí her veksur man upp og sær hetta álvarsliga skalluta, skeggjuta høvdið og hugsar, at hasin er barnabókahøvundur. Men tað var hann ikki bara. Hann var eisini teknari fyri blaðið Playboy og yrkjari og annað. Han skrivaði fleiri av sangunum hjá Dr. Hook, og skrivaði nakrar, sum Johnny Cash framførdi. Og tað var gjøgnum Johnny Cash at eg lærdi, at hann ikki bara gjørdi barnabøkur, tí Shel Silverstein hevur millum annað skrivað A Boy Named Sue, eitt av stóru hittunum hjá Cash.

The Giving Tree er heilt víst ein bók, sum eg fari at lesa fyri øllum mínum børnum. Fyrsta barnið hevur longu hoyrt hana fyri nógvum árum síðani – og í morgin lesi eg hana fyri tí næsta.



Aftur