Barnarímurnar

Barnarímur eftir Hans A. Djurhuus kom út fyrstu ferð í 1918 í Smáskriftum Varðans, síðan í 1992 á forlagnum Varðanum, í 1964 á H. N. Jacobsens Bókhandli og í 1992, 2000, 2010 og 2014 á Bókadeidl Føroya Lærarafelags. Elinborg Lützen myndprýddi.

 

Tað er torført at velja eitt bókaminni, tí bøkur fyltu heilt nógv í mínum barna- og kanska serliga ungdómsárum, útlendskar bøkur sum De 5, Alfred Hitchcock og de 3 detektiver, allar tær nógvu ymisku í Disney bókklubbunum til børn og til ung. Men eisini føroyskar bøkur, sum tær hjá Heðini Brú, Sagnir og Ævintýr, Føroyingasøga og nógv annað. Eg elskaði at lesa og las tí nógv.

Eg vaks upp í einum heimi, har upplestur var vanligur, ofta sat pápi mín í stovuni og las eitt nú Sølvpil bløð fyri okkum systkjunum. Men tað eru løturnar um kvøldarnar saman við mammu, ið standa serliga sterkar. Her var eitt bókaverk, ið vit ferð eftir ferð vendu aftur til, og sum kveikti hugflogið á tann hátt, sum einans góðar bókmentir megna. Tað vóru Barnarímurnar hjá Hans A. Djurhuus, ið mamma plagdi at syngja fyri og saman við mær.

Tær ótrúliga livandi og væl úr hondum greiddu illustratiónirnar hjá Elinborg Lützen, góvu huganum eina flogbreyt. Tað eru serliga tær báðar yrkingarnar “Tey standa og vagga” og “Kongaríkið í Bábylon”, sum standa sterkar. Hetta kemst ikki minst av, at løgini eru sera vøkur, men eisini tí, at hetta eru framúr vakrar og djúpar yrkingar.

“Kongaríkið í Bábylon”, um dreymin um at eydnast, yrkingin er skrivað í øðrum persóni, so hon handlaði um meg og vendi sær til mín. Hetta handlar um at bróta úr verandi kørmum og vinna sær eydnu og virðing aðrastaðni, og so at koma aftur og vísa teimum, ið her eftir sita, hvussu væl var eydnast.

Fyri ein, ið ikki var høgt í hierarkinum í skúla og barnagarði, so var tankin lokkandi og gav huganum flog.

“Tey standa og vagga” viðger manglandi virðing, happing og útíhýsan, men eisini ræðsluna fyri tí ókenda. Hetta er um javnrætt, um rasismu, um manglandi tolsemi og hvussu bólkamentalitetur av og á tekur yvir, og avleiðingin er happing.

Men yrkingin er eisini um at tora at standa við sítt, tora at vera øðrvísi og vera errin av tí. Hvussu tað skapar virðing, tá man krevur sín rætt. Dáin stendur eftir sum tann sigrandi, og øll hini skammast, tí tey vita, at tey ikki bóru seg rætt at.

Tað er enn stuttligt at blaða í Barnarímunum, hetta er av so høgari góðsku, eg havi arvað eina óslitna útgávu av teimum, men minnist, at mamma legði bókapappír um okkara bók, tí hon ikki skuldi slítast so illa. Tað var tílíkt gjøgnumskygt reytt plast, so í mínari verð fer handan bókin altíð at vera reyð.



Aftur