Navnleysa bókin

Jan-bøkurnar var ein røð av 81 dreingjabókum, sum Knud Meister og Carlo Andersen skrivaðu. Tær komu út frá 1942 til 1964 og aftur í 1969.

 

Flemming-bøkurnar er ein røð av 10 dreingjabókum, sum Gunnar Jørgensen skrivaði. Tær komu út fyrstu ferð í 1920 og komu annars út til sjeytiárini.

 

Heima hjá okkum vóru fáar barnabøkur. Eitt undantak var tann ræðuliga Den store Bastian og síðani Peters Jul.  Vikubløð vóru eingi, men foreldrini høvdu vaksnar bøkur sum Cellen og dens liv, Elektricitet, Driver dug, falder regn, Skæmtsomme historier hjá Balzac, og haraftrat  keyptu tey nakrar livurpostei-littar og moykeðiligar bøkur sum itu Varðin, og Yrkingar eftir. . . Regin Dahl, William Heinesen, Janus- og Hans Andrias Djurhuus og Christian Matras. Einki fyri eina tystandi barnasál. Øðrvísi var niðriundir hjá mammubeiggja. Har var Hjemmet, Familiejournalen, Skipper skræk, Knold og tot, Gyldenspjæt og Anders And. Og hetta var balsam fyri sálina.
   So kom Svalbards Robinson.  Á føroyskum. Tað var ein skelkur. Fyrst var tað málið, síðan innihaldið: ísbjarnir, myrkur, skyrbjóð, vetrartunglyndi, neyð og elendigheit.
   Men ein vakran dag upprann mín tíggju ára føðingardagur, og eg slapp út á bókasavnið, har eg fyri fyrstu ferð í lívinum fekk eitt lítið kort, sum segði, hvør eg var.
   Her var eldoradoið.  Á donskum. Dreingjabøkurnar vóru tær bestu. Tað helt omma eisini. Vit kapplósu báðar -  hvør í síni song.
   Men hvat tann týdingarmesta barnabókin, eg havi lisið, æt, veit eg tíverri ikki í dag. Hon var skelkandi, hon var søgulig, og hon læt eygu míni upp fyri stórpolitikki. Bókin greiddi frá nøkrum børnum í Berlin undir 1. heimsbardga. Tey vóru javngomul við meg og búðu í einum etasjubygningi, sum bleiv bumbaður í sor. Bumbuskýli, hungur, eldur og niðurraplaðir veggir. Kríggj var ræðuligt.  Børnini yvirlivdu og endaðu í Schweitz. Bókin greiddi gjølliga frá teimum eldsálunum, sum stríddust og strevaðust fyri at  seta  ‘Fólkaforbundið’ á stovn í 1919. Og so lítil eg var, var eg sannførd um, at hetta var einasta bjargingin hjá mannaættini at sleppa undan fleiri kríggjum.
   Vit vita, hvussu tað spældi av, men bókin brendi seg inn í mítt sinn, og hon fær meg enn dagin í dag at hava virðing fyri øllum eldsálum, ið arbeiða fyri eini góðari søk. Tá ið eg hugsi  um hesa bókina, kenni eg luktin av gamla bókasavninum í nøsini. Eg minnist tann svinna bókavørðin, Sverra Fon, sum eg seinri upplivdi í høvuðsleiklutinum sum ‘Charles Tanta’ í Sjónleikarhúsinum, har hann als ikki var svinnur meira, men tvørturímóti flippaði totalt út  - í  konufólkaklæðum.
 



Aftur