Emil og eg

Emil úr Lønnebergi eftir Astrid Lindgren.  Hon kom út á føroyskum í 1978.

 

Ikki sørt at beinini vóru linari enn vanligt, og vanligi frøknuroðin á nøsini var bliknaður. Eg iðraði meg um, at eg í hástórari býttheit, eina veika løtu hevði sagt ja til uppgávuna. Hettar var ein ógvuliga stór avbjóðing. Tí eg var ikki serliga framligur, meira smæðin at kalla, og so skuldi eg lesa fyri teimum stóru børnunum. Eg var jú ikki farin í skúla enn.


Hóast eg ofta hevði verið við mammu í skúla og sitið og slotað undir tí, sum hon og tey stóru børnini søgdu, so var hettar fyrstu ferð, at eg skuldi royna meg sum frásøgufólk uttan fyri tryggu veggirnar heima við hús. Eg hevði jú lisið bókina fyri abba mínum og tantu, sum bæði búðu heima hjá okkum. Uttan iva áttu tey stóra æru í, at eg varð so frætt kálvføddur bókliga. Søgurnar vóru nógvar heima við hús, og frásøgukynstrið hareftir.


Henda eina bókin hevði tó bergtikið meg, meira enn aðrar gjørdu. Minnist ikki, hvussu bókin kom um okkara gátt, men løgið skal tað vera, um ikki Maja og Egil Horn áttu sín leiklut í tí.
Húvan á høvdinum og trúgvi fylgisneyti hansara, knívurin, gjørdu hann til ein sermerktan, men tó so sera vanligan føroyskan drong. Helst var tað tí, tað varð so lætt hjá mær sum smádrongi at droyma meg innar í ribbaldaliga heimin hjá Emili. Nú var hann vorðin ”føroyskur” eisini, og tað gjørdi tað uppaftur stuttligari, og meira veruligt og livandi. Tað nógva, sum eg hevði lisið, var á donskum, og hóast tað var eitt rímiliga lætt mál at lesa, so kendist verðin hjá ‘Kim’ og ‘Jan’ ikki so íheimlig sum heimurin hjá Emili.
Eg las týddu bókina upp í saman. At enda dugdi eg hana mestsum uttanat. Ja so mikið væl, at mamma mín, sum arbeiddi í Sands Skúla, ein dagin spurdi meg, um eg hevði hug at royna at lesa hana fyri børnunum í fyrsta og øðrum flokki.
‘Ger so væl, góði,’ segði mamman. ‘Les nú!’ Eg mundi dottið um tey fyrstu orðini: ‘Í Lønnebergi búði ein drongur, sum æt Emil’
‘Akkurát sum Emil hjá Gullbrandi, og Emil hjá Ernst,’ var onkur av teimum stóru dreingjunum skjótur at viðmerkja. Eg hoknaði í stólinum eina løtu, men menti meg aftur. ‘Hann var ein rættur ribbaldur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so,’ helt eg áfram. Og jú meira eg las, friðaligari gjørdist í skúlastovuni. ‘Takk fyri, góði,’ segði knappliga ein rødd, sum eg kendi so væl. Eg vaknaði brádliga úr heiminum hjá Emili, og helst gjørdu hini børnini tað eisini. ‘Vit lesa næsta kapittul í næstu viku.’


Og soleiðis gekk við Emili og mær í Sands Skúla. Bókin varð lisin á tamb, og eg fekk nógvar vinir og viðurkenning fyri avrikið. Søgan um Emil hevur fylgt mær síðani, og heimurin hjá Astrid Lindgren er vorðin ein berandi bókmentaligur bulur undir barnalesnaðinum í okkara heimi í dag. Børn okkara kenna ævintýrheimin hjá Astrid Lindgren, úr bókum, filmi og fløgum.


Fyri tveimum árum síðani, vóru vit, Kristina, eg og børnini, Ása, Ida, Nils og Óli, sum tá vóru 13, 10, 6 og 4 ára gomul, og vitjaðu Astrid Lindgrens Värld í Svøríki í tveir dagar. Ein einastandandi uppliving fyri vaksin og børn, sum eg unni øllum familjum at uppliva saman.
Vónandi fingu børn okkara, í Astrid Lindgrens Värld, eina bókmentanarliga kveiking, sum minnir um mínar barnaløtur við Emili í Lønnebergi.


Hjá mær gjørdist vitjanin í Astrid Lindgrens Värld endaliga samanrenningin av ringrásini, sum byrjaði ein dag í Sands Skúla fyri knøppum 40 árum síðani.
 



Aftur