Pax

Tvær nýggjar bøkur eru komnar í Pax-røðini.

Tær eru tær báðar Åsa Larsson og Ingela Korsell, sum saman skriva eina spennandi røð um tveir dreingir, sum eru sendir til Mariefred at verða fostraðir upp.

Men í Mariefred er alt annað enn friðarligt, har herja alskyns løgnar verur, sum eru óndar og gera seg inn á fólkið har.

Teir báðir Alvi og Viggo hava úr at gera at koma fram at rótini til alt hetta ónda.

Fyrst tvær bøkurnar Níðstongin og Grimurin komu út í mars 2015 og nú koma trý og fýra. Mýlingurin og Bjæran.

Bøkurnar eru myndprýddar og eru 198 bls. hvør og eru heftar. Súsanna Berg hevur týtt til føroyskt.



Aftur