Góðar bøkur eru bøkur fyri menniskju

Palla Pumm eftir A. A. Milne.

Winnie-the-Pooh eftir A. A. Milne kom út á enskum í 1926 og á donskum Peter Plys í 1930. The House at Pooh Corner kom út í 1928 á enskum og á donskum Peter Plys og hans Venner í 1931.
Á føroyskum eru bøkurnar: Mín fyrsta bók um Palla Pumm (1998), Palli Pumm (1999) og Palli Pumm og húsið í Pumsarlág (2000). Gunnar Hoydal týddi.


Bøkur eru og hava altíð verið tað, sum hevur størst týdning fyri meg – tá vit ikki rokna livandi menniskju uppí – so tí er minnið so tjokkhamrandi fult av bókum, at ringt er at velja burturúr.


Pápi mín las fyri mær, frá eg var heilt lítil, og hann las nógv. Tað vóru ikki myndabøkur, tí vit høvdu ikki so nógvar, men ordiligar sokallaðar “kapittul-bøkur”. Eg hoyrdi longu frá eg var 2 ár bæði Palla Pumm og allar Lauru-bøkurnar (Det lille hus på prærien etc.) og Junglubókina v.m. Eg livdi í søgunum, og tær spældu ein stóran leiklut í øllum, eg gjørdi og spældi.


Tá vit fluttu til Havnar, var Barnabókasavnið eitt tað fyrsta fremmanda staðið, sum gjørdist partur av míni verð. Minnist enn mítt fyrsta láninummar og havi tað framvegis til kotu á Býarbókasavninum. Gott hjá einum, sum ikki minnist tøl, at kunna varðveita nakað so fastgrógvið.
Eg lænti nógvar bøkur, og tann bókin, eg oftast hevði heim við tey fyrstu árini, var Villy Vilddyr (Where the Wild Things Are) hjá Maurice Sendak. Hon kennist enn sum ein av heimsins bestu myndabókum. Myndirnar og teksturin so ótrúliga væl samasmíðað. Enska upprunaheitið er tó ómetaliga nógv betur enn tað danska.


Tá eg fór at lesa sjálv, var Frændaleysur tann fyrsta heila bókin, eg kastaði meg yvir. Haldi tað var í heystfrítíðini í 2. flokki. Hon var á donskum, sum næstan allar barnabøkurnar heima hjá okkum vóru, tær vóru allar bøkur, sum mamma og babba høvdu átt sum børn. Tað kendist bæði tá og seinni nógv lættari at lesa donsku barnabøkurnar, tí tær fáu føroysku, sum tá vóru umsettar, vóru á einum tungum bronglutum máli. Tá eg sjálv fekk børn, var hetta tíbetur broytt.
Eg slúkti allar klassikararnar í Samlernes Perlebøger við stórari gleði og áhuga, til eg ein dagin gjørdist greið yvir, at eg varð vorðin lumpað! Hetta vóru bara styttingar! Veruligu bøkurnar vóru nógv longri og tískil helst eisini nógv betri. Tá fór eg á vaksnabókasavnið at læna upprunabøkurnar. Tíverri var ein av teimum, eg fyrst fekk fatur á, Moby Dick hjá Herman Melville, og hon er illa egnað at lesa hjá einari 10-11 ára gamlari. Las tó ongantíð aftur Dumas í stytting. Hví nakar hevur hugsað um at umskriva og stytta so lættlesiliga bøkur, havi eg ongantíð skilt.


Um eg kortini skal velja nakað burturúr, so eru tað afturat Palla Pumm helst ongar bøkur, sum hava givið mær so varandi gleði, sum bøkurnar hjá Tove Janson. Sum barn elskaði eg tær og helt tær samstundis vera nakað av tí løgnasta. Nógv var nærum óskiljandi. Sum vaksin skilji eg sjálvandi, at bøkurnar hjá Tove eru so nógv meira enn bøkur fyri børn, tær eru, sum allar góðar barnabøkur, bara bøkur fyri menniskju, og har er nakað at skilja fyri øll, líkamikið hvønn aldur tú hevur.




Aftur