Revsing at lesa

Í oktober mánaði 2016 gjørdu fimm dreingir seg inn á eitt gamalt skúlahús í Virginia, sum afroamerikansk børn høvdu gingið í fyri at læra at lesa, tí tey ikki sluppu í skúlar, har hvít børn gingu.

Teir 16-17 ára gomlu dreingirnir høvdu málað svastika merki og onnur niðrandi merki á skúlaveggin og vindeyguni.

Nú er so dómur feldur í málinum, og hetta er ein heilt serstakur dómur, tí dreingirnir eru dømdir at lesa eina bók hvønn mánaða í eitt ár og skriva stíl um bókina aftaná.

Hetta eru ikki bara tilvildarligar bøkur, men heilt serligar bøkur, sum ákærin metir fer at gera dreingirnar klókari og meira tolsamar.

Saman við lærara í bókmentum hevur ákærin sett ein lista saman av fimm og tretivu bókum, sum dreingirnir kunnu velja burturúr. Har eru bøkur eftir Alice Walker, Alan Paton, Ernest Hemingway, Leon Uris, Khaled Husseini og mong, mong onnur.

Dómarin, sum feldi dómin, hevði aldri roynt hetta áður, men hon var vís í, at hetta fór at hjálpa meira enn eitt ungdómsfongsul ella samfelagstænasta.

Umsjónarverjarnir hjá dreingjunum skulu halda eyga við, at teir lesa og gera uppgávunar. Vónin er at teir í framtíðini heldur enn at gera seg inn á fólk og lutir, fara at hjálpa og verja fólk, ið eru illa fyri og kúgað, sigur Alejandra Rueda, sum er ákærin í málinum.



Aftur