Dánial Hoydal er føroyskur rithøvundur og týðari. Hann er føddur 14. juni 1976 í Tórshavn og hevur lisið retorikk og informatikk á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann starvast dagliga sum sjálvstøður ráðgevi innan samskifti og marknaðarføring.

Hann hevur týtt sangsleikirnar: Godspell (Tebelak & Schwartz), Eystein & Arnhild (Blak & Kastborg), Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið (Lloyd Webber & Rice), Søgan um ein soldát (Stravinsky & Ramuz), FAME (Fernandez, Levy & Margoshes) og Hair (MacDermot, Ragni & Rado). Allir hava verið framførdir á føroyskum pallum.

Av upprunaverkum hevur hann skrivað tekstin til fyrstu føroysku operaina, Í Óðamansgarði, sum Sunleif Rasmussen gjørdi tónleikin til. Hann skrivaði eisini tekstin til Ólavsøkukantatuna, sum í 2000 varð framførd á 1000 ára haldinum fyri kristnan Føroya. Hann skrivaði tekstin til sangleikin Audition, sum hann gjørdi saman við tónaskaldinum Tróndi Bogasyni. Harumframt handritið til leikin Í Geyma, sum bygdi á barnabókina við sama navni, ið kom út í 2002. Í 2021 kom út barnabókin Abbi og eg og abbi. Eisini hevur hann skrivað onkrar barnasøgur í og yrkingar í søvnum og tíðarritum.

 

Útgávur:

2001 Í geyma
2006 Eygað í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
2007 Seks yrkingar í Vencil 2
2021 Abbi og eg og abbi

 

Ummæli/umrøða:

Uni L. Hansen: Legg tær´"Í Geyma" í geyma. Dimmalætting. Skái. 16.mars 2001
Vígdis Bjarnadóttir: Í geyma. Fregnir 31.05. 2002
Mortan Ólason Vang: Í geyma - tekstslag, skaldsligar snildir, sjónarhorn og móttakarar í Nýggj leiti, Sprotin 2013

 

 

Dánial Hoydal

 

Abbi og eg og abbi

Einastandandi hugtakandi søga um ein lí...

Einastandandi hugtakandi søga um ein lítlan drong og abba hansara, sum knappliga broytist. Við fantastiskum myndum eftir Annika Øyrabø.

Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur

Savn við tíggju nýggjum og spennandi sp...

Savn við tíggju nýggjum og spennandi spøkilsissøgum.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo