Lydia Didriksen er lærari, skúlabókavørður og rithøvundur.
Hon er fødd í 1957 og býr á Argjum.
Hon hevur verið nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, Bókadeildini og á Skúlabókagrunninum.
Fyrsti tekstur hennara stóð í tíðarritinum Brá í 1986.
Lydia hevur í stuttsøgunum serliga havt ungu gentuna og kvinnuna sum evni. Umframt stuttsøgur og søgur fyri børn og ung, hevur hon ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild.

 

Útgávur:

1990 Buggi og jólagásin í Míni jólabók
         Skuggar
1997 Stóri Tóri og lítla Lív
1998 Hvør vil eiga myrkrið?
2000 Garðurin hjá Siggu í Míni jólabók
2001 Loynikamarið í Míni jólabók
2002 Tær horvnu brillurnar í Míni jólabók
2009 Mia og Lias
         Mona og Boas
         Tula er vát
         Uglan Una
2010 Mia og Lias ríma
         Sasja úr Afrika
         Sasja fer túr
         Lena og Emil leita
2011 Mina
         Vinir
2014 Einaferð var tað ...
2015 Dís
         Dís rýmir
         Mina og Svarti
2018 Mina, hvør eri eg?

 

Umrøða/ummæli:

Turið Sigurðardóttir: Trupulleikar og útvegir. Brá 17/1991
Jógvan Isaksen: Illa sperdur skúladrongur. Sosialurin 227/28. nov. 1998

 

Heiður:

1998 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

 

 

Lydia Didriksen

 

Mina, hvør eri eg?

Triðja bókin um hønuna Minu, sum býr á ...

Triðja bókin um hønuna Minu, sum býr á einari trøð saman við ærini Æsu.

Eg vil heim

Pól og Ninus sova hjá ommu og abba.

Pól og Ninus sova hjá ommu og abba.

Dís

Upprunaføroysk krabbabók

Upprunaføroysk krabbabók

Mina og Svarti

Onnur krabbabókin um Minu

Onnur krabbabókin um Minu

Dís rýmir

Ein appilsingul krabbabók um kaninina D...

Ein appilsingul krabbabók um kaninina Dís.

Vinir

Nils og Silas eru vinir. Teir sita s...

Nils og Silas eru vinir. Teir sita saman í skúlanum.

Lena og Emil leita

Lena og Emil eru niðri í fjøruni og lei...

Lena og Emil eru niðri í fjøruni og leita.

Mia og Lias ríma

Mia og Lias tutla og mutla. Tey flen...

Mia og Lias tutla og mutla. Tey flenna og renna beint inn í holuna.

Sasja fer túr

Tað er kalt úti, og Sasja vil sleppa ei...

Tað er kalt úti, og Sasja vil sleppa ein túr.

Sasja úr Afrika

Rutt fór til Afrika eftir Sasju.

Rutt fór til Afrika eftir Sasju.

Mia og Lias

Mia og Lias leita og leita.

Mia og Lias leita og leita.

Mona og Boas

Dukkan Mona sigur, at hon eigur húsið, ...

Dukkan Mona sigur, at hon eigur húsið, men revurin Boas er als ikki samdur.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo