Roberto Innocenti er føddur í 1940 í Bagno de Ripoli nær Firenze og er italskur sjálvlærdur myndprýðari.
Hann byrjaði fyrst at myndprýða teknirøðir, plakatir og fyri bløð og lýsingarfyritøkur, men í 1970 fór hann fyrst og fremst at arbeiða við at myndprýða bøkur.
Roberto Innocenti er kendur fyri sínar vøkru og litríku myndir, gjørdar sum akvarellmálningar. Hann arbeiðir saman við størstu forløgum í heiminum.
Myndprýddar bøkur á føroyskum eftir Roberto Innocenti eru: Nøtabrótari (1997), Søgan hjá Eriku (2003), Ævintýrið um Pinocchio (2005) og Eitt jólaævintýr (2015).

 

Útgáva:

2018 Mín Clementine

 

Heiður:

1988 Kate Greenaway medaljan fyri Ævintýrið hjá Pinocchio
1989 Zilveren Penseel fyri Ævintýrið hjá Pinocchio
1990 Stadt Ameln-Preis fyri Ævintýrið hjá Pinocchio
         Kate Greenaway medaluna fyri Eitt jólaævintýr
         Totem prísin fyri Eitt jólaævintýr
1991 Mela D´oro fyri Eitt jólaævintýr
1997 LUCHS-prísin fyri Søgan hjá Eriku
2004 Preis Das Rote Tuch fyri Søgan hjá Eriku
         Foreign Picture Book, japan fyri Søgan hjá Eriku
2006 Illustrationspreis für Kinder- und Jugendbücher fyri Ævintýrið um Pinocchio
2008 H. C. Andersen prísin.

 

Heimasíða

 

Roberto Innocenti

 

Mín Clementine

Í Mín Clementine sigur ein trúgvur skip...

Í Mín Clementine sigur ein trúgvur skipari merkisverdu søguna um tey 50 árini, skipið hjá honum var til.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo