Wolf Erlbruch er týskur myndprýðari og rithøvundur. Hann er føddur 30. juni 1948.
Erlbruch las grafikk og sniðgeving á Folkwang-Hochschule für Gestaltung í Essen. Í 1974 byrjaði hann at arbeiða sum myndprýðari fyri lýsingarfyritøkur, men í áttatiárunum fór hann undir at arbeiða við barnabókum. Fyrsta bókin var Der Adler, der nicht fliegen wollte kom út í 1985. Í 1990 gjørdist hann professari í myndprýðing á Fachschule Düsseldorf.
Bøkurnar hjá Erlbruch eru týddar til øll heimsins mál, og hann er fyri bæði børn og vaksin. Á føroyskum eiga vit bókina Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær, sum Werner Holzwarth skrivaði og Erlbruch myndprýddi.
Wolf Erlbruch býr við familjuni í Wuppertal.

 

Útgáva:

2018 Jakobina, kvørkveggjan

 

Heiður:

2006 H. C. Andersen prísin
2017 Almaprísin

 

Wolf Erlbruch

 

Jakobina, kvørkveggjan

Myndabók eftir heimskenda myndprýðaran ...

Myndabók eftir heimskenda myndprýðaran Wolf Erlbruch.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo