Julius Lester er amerikanskur rithøvundur, føddur 27. januar 1939 í St. Louis, Missouri.
Fyrst í trýssunum var hann aktivur í virkseminum fyri mannarættindi, fyrst sum fólkasangari. 
Hann var eisini í Norðurvietnam og tók myndir fyri at skjalprógva árinið av krígnum.
Hann skrivaði fyrstu bók sína um guitarspæl saman við kenda fólkasangaranum Pete Seeger í 1965 og gav tvær plátur út við fólkasangi.
Hann hevur skrivað yvir fjøruti bøkur fyri børnum og vaksnum, sum snúgva seg um rasuviðurskifti og politikk.
Hann hevur starvast sum professari fyrst við gransking í afro-amerikanskum evnum og síðani í evnum um Miðeystur og jødadóm. Hann var noyddur at fara frá starvinum í afro-amerikanska instituttinum á universitetinum í Massachusetts fyri í bók sínari, Lovesong, at hava ákært rithøvundan James Baldwin fyri anti-semitiskar útsagnir. 
Hann starvaðist síðan á instituttinum fyri jødiska gransking til 2003. Hann hevur einaferð sagt í einari samrøðu, at svørt hava ta áskoðan, at jødar eru hvít fólk. Tey skilja ikki, at jødar ikki fata seg sjálv sum hvít.
Fyrsta barnabók hansara, To be a Slave, kom út í 1969; hetta er eitt savn við søgum, grundað á frásagnir, sum trælir hava havt á mannamunni í mong ár. Hann vann Newbery Honor fyri bókina og hevur síðan skrivað fleiri bøkur og vunnið nógvar heiðurslønir.

 

Útgáva:

1991 Dreymurin um fría lívið

 

Heiður:

1969 Newbery Honor
1970 Lewis Carroll Shelf Award
1972 Lewis Carroll Shelf Award
1973 Lewis Carroll Shelf Award
1983 Coretta Scott King Honor fyri Dreymin um fría lívið
1987 Parents´Choice Story Book Award
1988 Coretta Scott King Honor
1988 Reading Magic Award
1990 Parents´Choice Story Book Award
1995 Boston Globe-Horn Book Award
1995 American Library Association Notable Book
1995 Caldecott Honor
1996 ALA Notable Book
2006 Coretta Scott King Award

 

 

Julius Lester

 

Dreymurin um fría lívið

Tríggjar skakandi søgur frá amerikonsku...

Tríggjar skakandi søgur frá amerikonsku suðurstatunum í trælatíðini.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo