Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa.

Ingun búði eini 7-8 ár í Danmark, har hon tók útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum.

Hon hevur arbeitt innan ferðavinnuna, men hesi mongu seinastu árini hevur hon arbeitt sum korrespondentur, skrivari og týðari.

Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.

Sum barn/ung dámdi henni sera væl at skriva, gjørdi sína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon so av álvara farin í gongd við at skriva og dámar ótrúliga væl at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin.

Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og hon hevur altíð lisið nógv. Tá ið tað kemur til barnabókmentir eru yndishøvundarnir m.a. Astrid Lindgren, H.C. Andersen, Brøðurnir Grimms, Thorbjørn Egner og Mark Twain.

Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.

 

Útgávur:

2010 Garðvættrarnir gera uppreistur

2013 Eiturkoppaprinsessan

        Jóladunnan í Míni jólabók

2014 Rani - ein nýggj byrjan

        Ein lítil dukka í reyðum morgunskóm í Míni jólabók

2015 Rani - Vár og vónir

        Sparijól í Míni jólabók

        Skuggamyndir

2017 Annika í Dímun

 

Ummæli:

Vár í Ólavsstovu: Skuggamyndir. Skúlablaðið nr 1/2016

 

Heimasíða:

www.inguncblog.com

 

Ingun Christensen

 

Annika í Dímun

Nýskrivað søga, sum byggir á kendu søgn...

Nýskrivað søga, sum byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld.

Mín jólabók 2016

Nýggja jólabókin full av søgum og ítriv...

Nýggja jólabókin full av søgum og ítrivi at stytta sær stundir fram til jóla.

Mín jólabók 2015

Nýggja jólabókin á tremur av søgum, myn...

Nýggja jólabókin á tremur av søgum, myndum og ítrivi.

Skuggamyndir

Fyrsta stuttsøgusavn eftir Ingun Christ...

Fyrsta stuttsøgusavn eftir Ingun Christensen

Rani - Vár og vónir

Framhald av Rana - ein nýggja byrjan, s...

Framhald av Rana - ein nýggja byrjan, sum kom út í 2014.

Rani - Ein nýggj byrjan

Ein nútíðarsøga úr føroyska geeranidsde...

Ein nútíðarsøga úr føroyska geeranidsdegnum um drongin Rana, sum flytir út á bygd eftir at foreldrini eru farin frá hv&...

Mín jólabók 2014

Mín jólabók er ein kalendarabók til all...

Mín jólabók er ein kalendarabók til alla familjuna. Fittar søgur, yrkingar, tekningar og ítriv at stytta sær stundir í myrku...

Eiturkoppaprinsessan

Eitt spildurnýtt føroyskt ævintýr um pr...

Eitt spildurnýtt føroyskt ævintýr um prinsessuna, sum verður til ein eiturkopp

Mín jólabók 2013

Jólabókin 2013 er nú at fáa

Jólabókin 2013 er nú at fáa

Garðvættrarnir gera uppreistur

Ein spildurnýggj jólasøga, sum børnum f...

Ein spildurnýggj jólasøga, sum børnum fara at dáma.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo