Janus á Húsagarði er føddur í Tórshavn 13. desember 1975.
Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tað veit hann, tí hann ein dagin hitti ein, hann gekk í barnagarði saman við, sum spurdi hann, um hann framvegis teknaði líka nógv.
Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á Norrønu í seks ár ella rættari í seks summur, tí um veturin fjakkaði hann serliga í Asia. Á fjakkaraferðunum hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaðist.
Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nógv ár, men er nú fluttur til Havnar.
Janus arbeiðir nú sum snikkari, men brúkar nógv av sínum fríløtum at tekna. Dreymurin er at kunna brúka enn meira tíð uppá at tekna, mála, dreya og telgja trælutir.

 

Útgávur:

2008 Ferðin hjá Mosamollis

2010 Ferðin hjá Mosalisu

2015 Vættrajól

 

Umrøða:

Eilen Anthonussen: Føroyska trøllið Mosamollis. Dimma 8. september 2008

Marianne von Baumgarten: Opsis Salong. Opsis Kalopsis nr 4 2010

 

Heimasíða:

www.husagardi.com

 

Janus á Húsagarði

 

Vættrarok

Eitt hefti við tekningum og uppgávum.

Eitt hefti við tekningum og uppgávum.

Ferðin hjá Mosamollis

Lat tí títt egna hugflog saman við hugf...

Lat tí títt egna hugflog saman við hugflognum hjá børnunum sveima við Mosamollis runt á ferð, og lat myndirnar hjálpa t&...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo