Niclas Heri Jákupsson er føddur 14. mai 1968. Hann hevur búð meginpartin av lívinum í Klaksvík, men býr nú í Sørvági.
Niclas Heri hevur hevur útbúgving frá Hægri handilsskúla og hevur harumframt útbúgving sum Life og Stress coach.
Síðan 2009 hevur hann arbeitt í síni egnu fyritøku Fegin, sum bjóðar út skeið og fyrilestrar í strongd, lívsgleði, arbeiðsgleði, motivatión.
Niclas Heri hevur skrivað uml. 60 sangir (orð og løg) til tónleikabólkin Dynamit, sum hann syngur í. Hann hevur harumframt skapað konseptið um Trølla Pætur, sum er væl kent og elskað av børnum í Føroyum. Hann hevur skrivað sangir til fimm filmar um Trølla Pætur og tvær dvd fløgur. Hann hevur bæði skrivað leikrit, leikstjórnað og spælt leiklutin sum Trølla Pætur sjálvur.
Niclas Heri er sera áhugaður í at tvinna søgu og sagnir saman við ferðavinnu. Standmyndin av kópakonuni í Mikladali er beinleiðis avleiðing av hugskoti hansara; somuleiðis er afturvendandi hendingin við jólaskipinum, sum hvørt ár kemur á Klaksvík, eitt av hansara hugskotum, sum nú hevur 24 ár á baki.
Niclas Heri hevur sum ítriv at skriva greinar og bloggar og er íðin fotografur.

 

Útgáva:

2014 Karlo og Luddi

 

Niclas Heri Jákupsson

 

Karlo og Luddi

Um lundarnar Karlo og Ludda, sum eru so...

Um lundarnar Karlo og Ludda, sum eru so ólíkir, men sum tó eru góðir hvør við annan og hjálpa hvør øðrum


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo