1911-1993

Sigurð Joensen var føddur við Gjógv 27. apríl 1911 og gjørdist sum vaksin løgfrøðingur, politikari og rithøvundur.

Starvaðist sum landsrættarsakførari og hevði skrivstovu í Havn til 1984.

Sat í tólv ár á tingi fyri Tjóðveldisflokkin.

Hann undirvísti eisini á Fróðskaparsetrinum í løgfrøðimáli og á Sjómans- og Maskinskúlanum í sjórætti.

Fyrsta upprunaføroysku barnabók, Gráa dunna, kom út í 1958, og hana hevði Sigurð Joensen skrivað.

 

Útgávur:

1979 Hvíti tarvur í Míni jólabók

1981 Jólatrøllið í Míni jólabók

1995 Bókstavirnir

 

Ummæli/umrøða:

Elefantur er ein fílur – nøsin er ein stórur drýlur. 9. sept. 1995

 

Heiður:

1977 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

1987 Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens

 

Sigurð Joensen

 

Bókstavirnir

Myndabók við føroyska stavraðnum og øri...

Myndabók við føroyska stavraðnum og ørindi til hvønn bókstav, ið ber uppá rím.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo