Sonja Schneider f. Sørensen er rithøvundur. Hon er fødd í Klaksvík 21.september 1957. Flutti til Havnar í 1973. Tók læraraprógv í 1983, starvaðist nøkur ár sum lærari, men fór síðan niður at útbúgva seg sum psykoterapeut.

Hon hevur skrivað barna- og ungdómsbøkur, umframt arbeitt við sjónleiki.

Hon vann fyrstu virðisløn fyri ungdómsbókina Suphaya í ungdómsbókakapping, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í 1989.

 

Útgávur:

1989 Suphaya

1990 12 jólaleikir

1990 ”Jólatræið” í Míni jólabók

1991 Í øðrum heimi

1992 Sóleygað horvið

1997 Leiðarljós

2006 Heystsuita (saman við Olavi Schneider)

 

Umrøða/ummæli:

Bjørg Matras: Suphaya. Skúlablaðið 3/1990

Turið Sigurðardóttir: Ung, álvarsom, á vegamóti. Brá nr. 15 1990

Gunnvá Zachariassen: Suphaya. Skúlablaðið 3/1990.

Turið Sigurðardóttir: Har veksur fagurt viðartræ. Brá nr. 18 1992

Ólavur í Beiti: Leiðarljós - aftur eitt fjart suð. Dimmalætting/Viðskerin 31.05.1997

Lydia Didriksen/Rógvi Nolsøe: Leiðarljós – ein ótrúliga spennandi bók. Føringurin 25. september 1997

Sissal Kampmann: Børn læra at skyna á góðum og óndum. Viðskerin 27. September 1997

Jógvan Isaksen: Í ævintýrheimi. Sosialurin 6. juni 1998

 

Heiður:

1989 1. Virðisløn fyri ungdómsskaldsøguna Suphaya. Norðulandahúsið í Føroyum

 

Sonja Schneider

 

Heystsuita

Forkunnug og sera snotulig fotobók. Hey...

Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu.

Leiðarljós

Miriel og Arvil eru rýmd úr ræðuligu fa...

Miriel og Arvil eru rýmd úr ræðuligu fangaleguni í No Horak, har tey hava verið innistongd í eini fýra ár. Tá var&et...

Sóleygað horvið

Bókin snýr seg um illstøðu og ólag, sum...

Bókin snýr seg um illstøðu og ólag, sum kunnu gera, at jørðin verður týnd. Ótti er komin á fólk, sum ikk...

Í øðrum heimi

Hanni og Líða búgva í Rúnartúni. Men ei...

Hanni og Líða búgva í Rúnartúni. Men ein dagin biður Hyljarsteinur tey fara eina langa ferð, sum byrjar og endar í einum land...

Suphaya

Solveig er 16 ára gomul og gongur í 10....

Solveig er 16 ára gomul og gongur í 10. flokki. Tað er júst blivið liðugt millum hana og Helga og hon hevur tað ógvuliga ringt av ...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo