1937-2012

Steinbjørn B. Jacobsen var føddur 30. september 1937 í Sandvík. Var giftur við Ingrid, og tey fingu fimm børn.

Eftir at hann hevði tikið realprógv var hann til skips undir Grønlandi og Íslandi.

Var á háskúlaskeið á Ask háskúla og fór síðan at læra til lærara á Den Frie Lærerskole í Ollerup, verið lærari á Osted Fri- og Efterskole og á frískúla í Vilsted, var á skeið á Krabbeholm háskúla í Skive og tók Dansk Semenariumeksamen í sjey lærigreinum.

Starvaðist síðan sum lærari á Skt. Frans skúla og í Húsavík frá 1966 til 1970, har hann var virkin í ungmannafelagslívinum og setti tveir leikir á pall har.

Var stjóri á Føroya Fólkaháskúla frá 1970 til 1980 og frá 1981 til 1997 starvaðist hann á Tórshavnar kommunuskúla.

Var við til at endurstovna Rithøvundafelagið í 1967 og var valdur í nevndina, har hann sat til 1979.

Hann stjórnaði fastari síðu í blaðnum Glugganum, sum kom út aftur í 1968.

Var við til at stovna Fólkafylkingina móti EEC í 1971 og var virkin har.

Var ritstjóri á Varðanum saman við Gunnari Hoydal frá 1977 til 1981.

Var nevndarlimur í nýstovnaða Móðirmálslærarafelagnum frá 1981 til 1987.

Steinbjørn hevur latið ein hóp av skrivligum tilfari frá sær, serliga yrkingar, myndabøkur, barnabøkur og sjónleikir, hann hevur eisini gjørt skrivað og savnað tilfar til frálæru í føroyskum, seinast hevur hann skrivað endurminningar í tveimum bindum. Umframt at hava givið út á okkara forlagi hevur hann eisini givið bøkur sínar út á forlagnum Steplið, Fannir og Føroya Skúlabókagrunni.

Tær tríggjar ryssubøkurnar, Hin reyða ryssan, Maria og rossið og Reyða komu eisini út í norskari týðing.

 

Útgávur:

1979 Hin reyða ryssan

1980 Maria og rossið

1980 Eyð í Míni jólabók

1981 Lív og dýrini

1983 Reyða

1984 Læraramyndir. Skúlablaðið. Serblað

1984 Si og Sú

1987 Si og Sú síggja

1989 Vár og mánin

1991 Tvey systkin

1992 Lítli Páll í Nólsoy

2004 Stóri Sverri og lítli Sverri í Míni jólabók

2004 Grund 1

2005 Grund 2

2008 Hon og hann í hálva øld í Vencili 5

 

Umrøða/ummæli:

Árni Dahl: Bókmentasøga 3. bls. 67-71

Malan Johannesen: Reyða. Brá nr. 5 1984

Martin Næs: Tolin trívst og treiskni vinnur. Sosialurin 1. oktober 1987

Marna Jacobsen: Si og Sú síggja. Brá 13/1-1989

Bjørg Matras: Vár og mánin. Skúlablaðið 5/1990

Martin Næs: lítli Páll í Nólsoy í Hvør eigur flaggknappin? 1995

Jógvan Isaksen: Barnaár í Sandvík. Sosialurin 18. des. 2004

 

Heiður:

1976 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs

1981 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagurbókmentir

1985 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs

 

Steinbjørn B. Jacobsen

 

Grund 2

Annar parturin av endurminningunum byrj...

Annar parturin av endurminningunum byrjar, tá ið hann fer upp á Tvøroyri at ganga í realskúla og endar tá ið Fólkafylkingi...

Grund 1

Í fyrstu bókini við endurminningum grei...

Í fyrstu bókini við endurminningum greiðir Steinbjørn ógvuliga livandi frá uppvøkstrinum í føroyskari bygd í...

Lítli Páll í Nólsoy

Nólsoyar Páll er kendasti søguligi føro...

Nólsoyar Páll er kendasti søguligi føroyingur í farnu tíð.

Tvey systkin

Um børnini Per og Duritu og tey vaksnu,...

Um børnini Per og Duritu og tey vaksnu, sum eru um tey.

Vár og mánin

Mamman og pápin og Vár sova uppi á loft...

Mamman og pápin og Vár sova uppi á loftinum. Tá ið sólin um summarið kemur upp, stendur hon beint inn í kamarsvindeygað.

Si og Sú síggja

Tær báðar verurnar Si og Sú og meldurin...

Tær báðar verurnar Si og Sú og meldurin av lívi á havsins botni.

Si og Sú

Tey bæði Si og Sú standa á einum kletti...

Tey bæði Si og Sú standa á einum kletti og hyggja út á sjógv.

Læraramyndir

Savn við yrkingum.

Savn við yrkingum.

Reyða

Triðja bókin í røðini um Mariu og rossi...

Triðja bókin í røðini um Mariu og rossið.

Lív og dýrini

Fýra søgur um lítlu Lív og øll dýrini, ...

Fýra søgur um lítlu Lív og øll dýrini, henni dámar.

Maria og rossið

Framhald av bókini Hin reyða ryssan, um...

Framhald av bókini Hin reyða ryssan, um Mariu og dreymin, ið gerst veruleiki.

Hin reyða ryssan

Bókin er fyrsta bók í røðini av bókum u...

Bókin er fyrsta bók í røðini av bókum um Mariu og rossið.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo