Arne Svingen er norskur rithøvundur, føddur 10. juli 1967.
hann hevur starvast sum journalistur á m.a. Arbeiderbladet. Hann hevur arbeitt við spælifilmi í New York. Hann er í dag sera virkin at vitja skúlar, har hann tosar um at lesa, um bøkur sínar og heldur skriviskeið. Hann er sera ágrýtin eftir at fáa ungdóm at lesa og kanska serliga dreingir.
Fyrsta bók hansara, skaldsøgan Handlingens mann, kom út í 1999, sama ár kom barnabókin Flekken.
Fyrsta ungdómsskaldsøgan, Karisma, kom út í 2002. Svart fílabein kom út á norskum í 2005. Hon varð heiðrað við Brageprísinum sama ár.
Hann hevur eisini skrivað fleiri hoyrispøl.

 

Útgávur:
2008 Svart fílabein

2010 Dagar eg havi gloymt

 

Ummæli:

Jostein Andresen Ryen: Mørkets hjerte. barnebokkritikk. no/24. november 2005

Knut Anders Løken: Spenning mens du blar og blar. barnebokkritikk.no/13. februar 2008

Steffen Sørum: Valgte leserne rett anmeldelse? barnebokkritikk.no 13.12.2012

Jostein A Ryen: Svar til Sørum. barnebokkritikk.no 21.12.2012

Arne Svingen: Skal jeg forholde mig til dette NÅ? barnabokkritikk.no 9.1.2013

 

Viðtal:

Skúlauppgáva

 

Heiður:
2005 Brageprisen fyri Svart fílabein
2007 Skolebibliotekarforeningens pris

 

Arne Svingen

 

Dagar eg havi gloymt

Dagar eg havi gloymt er ein heilt serst...

Dagar eg havi gloymt er ein heilt serstøk bók, har søgan er onkustaðni millum tekstin og myndirnar.

Svart fílabein

Ein dramatisk søga um eitt land í borga...

Ein dramatisk søga um eitt land í borgarakríggi og eitt sterkt vinalag.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo