Hanne Kvist er danskur rithøvundur.

Hon er fødd í Skjern í 1961 og uppvaksin í Århus í einum heimi har bókahillirnar vóru á tremur við ikki avbestiltum bókum frá bókaklubbanum hjá Gyldendal.

Hanne kvist sigur sjálv at hon um sumarið var sólbrend á rygginum og kritahvít framman, tí at hon altíð skuldi lesa.

Tók útbúgving sum grafiskur sniðgevi í 1983 og eftir at hava starvast sum grafikari í tíggju ár, fór hon undir at skriva og myndprýða bøkur til børn.

Bókin: Drongurin við silvurhjálminum kom út í 1999, eftir at hon hevði vunnið eina kapping um at skriva bók til tey 9-12 ára gomlu og er grundarlag undir filminum: Der var engang en dreng.

 

Útgávur:

2002 Drongurin við silvurhjálminum

2014 Barnabíblia úr norðri

 

Umrøða:

Steffen Larsen: Solen skinner på kvist. Børn og Bøger nr. 7/2001

Bent Rasmussen: Det er sørgeligt at vide for meget på forhånd. Portræt af Hanne Kvist

Marianne Luna Røndal: Bibel på børnenes præmisser. Kristeligt Dagblad 1. mars 2014

 

Hanne Kvist

 

Barnabíblia úr norðri

Nýggjar bíbliusøgur úr gamla og Nýggja ...

Nýggjar bíbliusøgur úr gamla og Nýggja testamenti

Drongurin við silvurhjálminum

Søgan snýr seg um Jón, ið hevur eina se...

Søgan snýr seg um Jón, ið hevur eina serliga lítlasystur: Hon hevði veingir, tá ið hon var fødd. Pápin og serliga mamm...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo