Helena Bross er svenskur barnabókarithøvundur og lærari.
Hon er fødd í 1950 í Stokkhólmi og vaksin upp í Vällingby og býr í dag í Tärby norðan fyri Stokkhólm.
Helena Bross hevur stóran áhuga í at skriva bøkur, sum eru lættar at lesa. Sjálv hevði hon ikki lætt við at læra at lesa, men var so heppin at fáa serundirvísing í lesing hjá einari lærarinnu, sum hon fekk stóran tokka til. Samstundis sum hon lærdi at lesa, varnaðist hon, at henni dámdi sera væl at skriva.
Tær fyrstu bøkurnar komu út í 1987, og sjálv sigur hon, at hon heldur tað hava stóran týdning, at tað finnast nógvar bøkur, sum eru lættar og stuttligar at lesa, og sum eru um gerandisdagin hjá børnum. Børn mugu lesa nógv fyri at gerast góðir lesarar. Lesihugurin má vekjast tíðliga, og tað vil hon hjálpa til við.
Umframt at skriva bøkur og undirvísa, brúkar hon nógva tíð at vitja skúlar og tosa við børn og foreldur um lesitrupulleikar.

 

Útgávur:
2009 Spøkilsið í skúlanum
        Sterkastur í skúlanum

2014 Tanntalvan

        Allarbesti vinurin

        Smákyktaveiðan

2016 Loynivinir

        Heimsins vakrastu brillur

2017 Hjálp, vit verða ov seinir

           Veitslan

 

Heimasíða:
www.helenabross.se

 

Helena Bross

 

Hjálp, vit verða ov seinir!

Ein bók til byrjanarlesaran. Bókin er e...

Ein bók til byrjanarlesaran. Bókin er eisini væl egnað sum upplestrarbók.

Veitslan

Níggunda bókin í røðini Í skúla

Níggunda bókin í røðini Í skúla

Loynivinir

Ein bók í røðini Í skúla.

Ein bók í røðini Í skúla.

Heimsins vakrastu brillur

Sjeynda bókin í røðini Í skúla, sum eru...

Sjeynda bókin í røðini Í skúla, sum eru bøkur, ið eru lættar at lesa, og sum eru um tað at fara í fyrsta flokk.

Tanntalvan

Ein søga um at ganga í fyrsta flokki

Ein søga um at ganga í fyrsta flokki

Allarbesti vinurin

Triðja bókin í røðini Í skúla, sum er b...

Triðja bókin í røðini Í skúla, sum er bøkur, ið eru lættar at lesa

Smákyktaveiðan

Fimta bókin í røðini um tey, sum ganga ...

Fimta bókin í røðini um tey, sum ganga í 1. b. Bøkurnar eru lættar at lesa hjá einum byrjanarlesara


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo