Jørn Jensen er danskur rithøvundur, føddur í 2. januar 1946 í Taastrup.

Hann hevur útbúgving sum gullsmiður og seinni sum lærari.

Hann er serliga kendur fyri at skriva frílesingarbøkur til fólkaskúlanæmingar.

Bøkurnar, ið hann hevur skrivað, eru fleri enn 300 í tali, og nógvar eru vorðnar klassikarar, t.d. bøkurnar um Pál og pápa hansara.

Hann hevur starvast sum rithøvundur burturav síðan 2002.

Jørn Jensen hevur bara skrivað bøkur til veikar lesarar. Um starv sítt sigur hann:

”Tær lættastu frílesingarbøkurnar eru eyðkendar av, at søgurnar eru stuttar, orðini eru stutt, setningarnir eru stuttir og settir í stuttar lesilinjur.
Børn skulu kunna lesa lættar frílesingarbøkur, uttan at ein vaksin hjálpir teimum.
Prentið skal vera lætt at lesa.
Søgurnar skulu myndprýðast, og teksturin má ikki fara inn yvir myndirnar og soleiðis gerast óklárur.
Hugtaksverðin skal hóska til aldurin á børnunum – og bøkurnar skulu vera stuttligar, spennandi ella áhugverdar, annars lesa børn tær ikki.
Hvørja ferð eg skrivi eina bók, geri eg av frammanundan aldur, lixtal og tekstmongd.
Lix verður brúkt at rokna út, hvussu lesiligir tekstir eru.
Lættastu bøkurnar, eg havi skrivað, hava lix, sum er minni enn 4. Tað hevur við sær, at setningarnir sum heild skulu hava færri enn 4 orð. Long orð mugu ikki brúkast – orð við meira enn 6 bókstavum.”

 

Útgávur:
2008 Krabbabók - Gev mær posan, Rói (appilsingul)
        Krabbabók - Pál ansar kettuni (appilsingul)
        Krabbabók - Rói og Sanna (appilsingul)

2009 Krabbabók - Kalt blóð 1. Tey horvnu børnini (blá)

        Krabbabók - Kalt blóð 2. Hin svaki professarin (blá)

        Krabbabók - Pál fer til læknan (appilsingul)

        Krabbabók - Kalt blóð 3. Hin stóri dreygurin (blá)

        Krabbabók - Kalt blóð 4. Tú ert deyður, Teitur! (blá)

        Krabbabók - Kalt blóð 5. Rýmdur (blá)

2010 Krabbabók - Kalt blóð 6. Hitt triðja træið (blá)

        Krabbabók - Kalt blóð 7. Steðga bumbumanninum (blá)

        Krabbabók - Rói gandar (appilsingul)

        Krabbabók - Smakka maðkar væl? (appilsingul)

2011 Krabbabók - Hundurin hjá Sáru (reyð)

        Krabbabók - Kalt blóð 8. Føst í eldinum (blá)

        Krabbabók - Kalt blóð 9. Hypnosumorðið (blá)

        Krabbabók - Kalt blóð 10. Deyðin í sjónum (blá)

        Krabbabók - Pál dansar (appilsingul)

2012 Krabbabók - Andin bankar uppá (reyð)

        Krabbabók - Tey gandaðu dýrini (reyð)

2013 Krabbabók - Leivur og náttin (appilsingul)

        Krabbabók - Sjórænari (appilsingul)

        Krabbabók - Kavamaðurin (appilsingul)

        Krabbabók - Leikur (appilsingul)

2014 Krabbabók - Lús og loppur (appilsingul)

        Krabbabók - Sjeikurin hjá Sáru (reyð)

2015 Alvi fintar

        Alvi og Messi

       Alvi skorar

       Alvi móti Jákupi

       Fyrsti mussurin hjá Sáru

2016 Pál fær nýtt kamar

        Pál lærir fyrstuhjálp

       Teir óhugnaligu skortarnir

       Hin hvíta hondin

 

Heiður:
1997 Skriverprisen

 

Heimasíða:

www.joernjensen.dk

 

Jørn Jensen

 

Hin hvíta hondin

Gutti er og vitjar Emmu. Hann hevur ...

Gutti er og vitjar Emmu. Hann hevur eina bók við sær, sum eitur Hin hvíta hondin. Hetta er ein spenningssøga

Teir óhugnaligu skortarnir

Pápi Símun hevur keypt skortar. Teir...

Pápi Símun hevur keypt skortar. Teir eru ljótir og óhugnaligir.

Pál lærir fyrstuhjálp

Pál og pápin eru farnir á fyrstuhjálpar...

Pál og pápin eru farnir á fyrstuhjálparskeið. Krabbabók til 2. torleikastig.

Pál fær nýtt kamar

Pál og pápin eru væl dámdir hjá føroysk...

Pál og pápin eru væl dámdir hjá føroysku lesarunum. her er ein bók til 2. torleikastig.

Fyrsti mussurin hjá Sáru

Fjórða bókin um Sáru

Fjórða bókin um Sáru

Alvi skorar

Reyður krabbi um Alva, sum dámr so væl ...

Reyður krabbi um Alva, sum dámr so væl fótbólt

Alvi fintar

Hetta er ein reyð krabbabók í røðini um...

Hetta er ein reyð krabbabók í røðini um Alva, sum dámar so væl fótbólt

Alvi móti Jákupi

Alvi og Jákup eru vinmenn

Alvi og Jákup eru vinmenn

Alvi og Messi

Alvi og Jákup eru vinmenn, teimum dámar...

Alvi og Jákup eru vinmenn, teimum dámar væl at sparka fótbólt.

Sjeikurin hjá Sáru

Sára bíðar eftir Hera. Tey skulu spæla ...

Sára bíðar eftir Hera. Tey skulu spæla bólt.

Lús og loppur

Tað skriðar í høvdinum á Vár, og so má ...

Tað skriðar í høvdinum á Vár, og so má mamman fara at leita eftir lús.

Kavamaðurin

Ein krabbabók um at spæla í kavanum

Ein krabbabók um at spæla í kavanum


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo