Katarina Janouch er fødd í Prag 22. februar 1964 og flutti til Svøríkis sum 10 ára gomul og býr í Stokkhólmi.

Hon hevur starvast sum journalistur í 20 ár og sum sex- og samlívsráðgevi síðan 1992. Hon hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. Samstundis sum hon skrivar lesur hon bókmentir og listvísind á lærdum háskúla.

Katerina er uppvaksin millum skrivandi fólk, pápin, omman og abbin eru rithøvundar og tí var tað so sjálvsagt at hon eisini fór at skriva.

Soleiðis varð er til er fyrsta myndabók hennara. At skriva bøkur fyri børn er nakað sum næstan kemur av sær sjálvum. Hon eigur fimm børn og roynir at skriva bøkur, sum hon sjálv saknar og vil sleppa at lesa fyri børnunum.

 

Útgávur:

2006 Soleiðis varð eg til

 

Ummæli/umrøða:

Sanne Björling: Passionen överlevde kaoset. Dagens Nyheter 5. sept. 2004

 

Katerina Janouch

 

Soleiðis varð eg til

Hvat hendir inni í búkinum á einari mam...

Hvat hendir inni í búkinum á einari mammu í níggju langar, heilar mánaðir?


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo