Leif Esper Andersen

1940-1979

Var danskur rithøvundur, myndlistafólk og lærari. Bøkur hansara er eyðkendar fyri skaldsøguskriving í sjeytiárunum. Nógvar lýsa samfelagstrupulleikar, m.a. innflytarar og hjúnaskilnaður.  Áskoðanir rithøvundans koma týðiliga til sjóndar í skrivingini. Sjálvt um Leif Esper Andersen gjørdi greitt, at hann var sosialistur, so snúgva bøkur hansara seg meira um ábyrgd og eksistensiellar trupulleikar hjá tí einstaka enn um sosial viðurskifti.

Fyrsta bók hansara og eisini kendasta er Mannjagstran (Heksefeber), sum kom út á donskum í 1974. Hon hevur verið sera nógv brúkt í donskum skúlum.

Aðrar kendar bøkur eru m.a Fremmed (1975), Hakkedrenge (1976) og Træl og fri (1979).

 

Útgávur:

1990 Mannjagstran

 

Ummæli:

Zenia Johnson: Leif Esper Andersen: Heksefeber. fortællingen.dk

 

Umrøða

Torben Weinreich: Leif Esper Andersen. Når man selv tror man er socialist. Apostrof 1983

 

Heiðurslønir:

1974 Danmarks Lærerforenings jubilæumspris

1976 Kulturministeriets børnebogspris

1976 IBBY heiðurslegat

Leif Esper Andersen

 

Mannjagstran

Bókin er um tað slagið av mannjagstran,...

Bókin er um tað slagið av mannjagstran, sum var verst eftir trúbótina. Tað vóru serliga konufólk, sum vórðu píndar...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo