1923-2007

Maria Gripe var svenskur rithøvundur, fødd í 1923 í Vaxholm og flutti til Ørebro tá hon var seks ára gomul.

Hon var gift við listamanninum Harald Gripe, sum myndprýddi næstan allar bøkurnar hjá henni.

Maria fór av álvara at skriva, tá ið dóttirin Camilla kom í søgualdurin.

Fyrsta bókin var I vår stad, sum kom út í 1954, men bókmentaliga gjøgnumbrotið fekk hon við tríverkinum um Hugo og Josefinu (1961-66).

Í sjeytiárunum skrivaði hon fimm bøkur um drongin Elvis, sum handla um drongin, sum fekk navn eftir størsta idolinum hjá mammuni, Elvis Presley, og sum hevur ilt við at liva upp til tað, sum mamman væntar av honum. Bøkurnar um Elvis Karlsson gjørdust klassikarar í svenskum barnabókmentum.

 

Útgávur:

1995 Josefina

1996 Hugo

1996 Hugo og Josefina

1998 Agnas Silja – ein sjáldsom søga

 

Umrøða:

Birgitta Fransson: Minnet av Maria. Opsis Kalopsis 3/2007

Carina Lidström: Maria Gripe och filosofferna. Opsis Kalopsis 1/2014

Birgitta Fransson: Om skuggor, namn och identitet. Opsis Kalopsis 1/2014

Lena Kåreland: Maria Gripe och klassfrågan. Opsis Kalopsis 1/2014

 

Heiður:

1963 Nils Holgarsson-plaketten fyri Hugo og Josefinu

1966 Expressens Heffaklump fyri Hugo

1972 Astrid Lindgren priset

1974 H. C. Andersen medaljen

1982 Premio Nacional frá spanska Mentanarráðnum

1985 Norðurlendska skúlabókavarðafelagsins barnabókaprísur

1992 Almänna Barnbördshusets stora pris

 

Maria Gripe

 

Agnas Silja-ein sjáldsom søga

Tey gandakendu fótafetini í íbúðini, te...

Tey gandakendu fótafetini í íbúðini, telefonsamrøðurnar, tann gamla, syrgna dukkan og urtagarðurin við húsunum, har hundu...

Hugo

Hugo er besti vinur Josefinu, og hini í...

Hugo er besti vinur Josefinu, og hini í flokkinum tora ikki at arga hana, tá ið Hugo er í nánd.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo