Mecka Lind er svenskur rithøvundur, fødd í 1942.

Vaks upp hjá ommu síni í Lund. Omman dugdi sera væl at siga frá søgum, og hon var ein góður stuðul hjá Mecku og var við til at menna hennara hugflog og skapanarevni.

Mecka arbeiddi við lýsingum í tíggju ár eftir at hava gingið í realskúla, síðan hevur hon verið ferðaleiðari, frítíðarleiðari og free-lance høvundur. Hon skrivaði greinir, vísur og handrit til útvarps- og sjónvarpssendingar fyri børn og vaksin.

Fyrstu bókin Johanna och mormor kom út í 1982, og eftir tað gjørdist hon høvundur burturav.

Kendast er hon fyri bøkurnar um børn, sum hava eitt strævið lív, sum liva á gøtuni og eru barnasoldátar.

Bøkur hennara eru týddar til nógv mál og hava fingið fleiri heiðurslønir í útlondum.

Í samband við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár, var Mecka Lind á vitjan í Føroyum í 2006. Fólkaskúlanæmingar og onnur áhugað høvdu tá høvi at hitta hana og hoyra hana greiða frá um skaldskap sín.

 

Útgávur:

1996 Sanna gøtubarn

1996 Siggi Jønsson

1996 Siggi Jønsson og handan Andrea

2002 Isabel- gøtubarn í  Rio          

2006 Anja – biddarabarn í Moskva

2007 Anselmo - barnahermaðurin 

  

Heiður:

1992 Buxtehuder Bulle fyri Sannu gøtubarn

1995 Die Junge-Jugendbuch-Jury fyri Isabel

1996 Gustav-Heinemann Friedenspreis fyri Isabel

2005 Premio Nazionale di Letterature per Ragazzi-Cittá di Bella fyri Anja, biddarabarn í Moskva

 

Mecka Lind

 

Anselmo - barnahermaðurin

Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo ...

Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini...

Siggi Jønsson

Siggi býr hjá mammu síni og ynskir sær ...

Siggi býr hjá mammu síni og ynskir sær av heilum hjarta ein pápa, eitt sysktin og eitt lítið dýr.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo