Per Olov Enquist er svenskur rithøvundur, føddur í 1934.

Hann gjørdist kendur í Svøríki við søguligu skaldsøguni  Magnetisörens femte vinter, sum kom út í 1964.

Hann gjørdist kendur í altjóða høpi við bókini Legionärerna, sum varð týdd til fleiri mál og fekk Norðurlendsku bókmentavirðislønina.

Aðrar kendar bøkur hjá Enquist eru m.a. Musikanternas uttåg, Kapten Nemos bibliotek og Livläkarens besök, sum fekk Augustprísin og í Frankaríki varð vald besta útlendska skaldsøga í 2001.

Per Olov Enquist debuteraði sum dramatikari í 1975 við leikinum Tribadernas natt.

Á føroyskum hava vit eisini bókina Omanstoyttur eingil, sum Sprotin gav út í 1998.

 

Útgávur:

2007 Abbin og úlvarnir

2011 Loyndarmálið í triðja hellinum

 

Ummæli/umrøða:

Jonas Bakken: En ordinær bok fra en ekstraordinær forfatter. www.barnebokkritikk.no/23.okt.2003

Bent Rasmussen: Den tredje grottes hemmelighed. EMU 5. januar 2011

Per Olov Enquist: Den treje grottans hemlighet. Smålandsposten 23. juni 2011

Steffen Larsen: Børnebøgernes morfar får problemer med den russiske mafia. Politiken 22. juni 2011

 

Heiður:

1969 Norðurlendska bókmentavirðislønin fyri Legionärerna

1994 Samfundets De Nio stora pris

1995 Ivar Lo-Johanson personliga pris

1997 Stiftelsen Selma Lagerlöfs Litteraturpris

1999 Augustpriset fyri Livläkarens besök

 

Per Olov Enquist

 

Loyndarmálið í triðja hellinum

Fyrsta barnabókin hjá P. O. Enquist Abb...

Fyrsta barnabókin hjá P. O. Enquist Abbin og úlvarnir kom út á føroyskum í 2007. Hetta er onnur barnabókin  hjá...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo