Ragnheiður Gestsdóttir er íslendskur rithøvundur og myndprýðari, fødd í Hafnafirði í 1953.

Longu 19 ára gomul tók hon læraraprógv. Síðani las hon bókmentafrøði við lærda háskúlan í Reykjavík og listasøgu í Århus.

Afturkomin til Reykjavíkar fór hon aftur at lesa bókmentafrøði og varð spakuliga drigin inn í arbeiðið at myndprýða og skriva.

Hon hevur eisini arbeitt sum lærari og skúlabókavørður og verið ritstjóri á forlagi, sum gevur út undirvísingartilfar til grundskúlan.

Hon hevur skrivað og myndprýtt fleiri enn tjúgu bøkur og hevur fingið nógvar heiðurslønir í heimlandi sínum.

Í samband við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ragnheiður Gestsdóttir í Føroyum og vitjaði.

  

Útgávur:

2006 Leikur í talvi

2007 Svørðberin

 

Umrøða:

Norðurlendska barnabókavirðislønin

 

Heiður:

2000 Íslendska barnabókavirðislønin fyri Leikur í talvi.

2005 Norðurlendska barnabókavirðislønin fyri Svørðberin

2005 IBBY - virðisløn fyri rithøvundaverk sítt.

 

Ragnheiður Gestsdóttir

 

Leikur í talvi

Sóley er ein klók og sjálvstøðug genta,...

Sóley er ein klók og sjálvstøðug genta, men í skúlanum standa flogsfelagarnir saman um at gera henni lívið torført....

Svørðberin

Tað kvøldið, tá ið tey steðgaðu spælinu...

Tað kvøldið, tá ið tey steðgaðu spælinum og fóru út at fáa sær at eta, hevði Signý endiliga funnið...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo