Sigrún Eldjarn er íslendsk listakvinna og rithøvundur. Hon er fødd 3. mai í 1954 í Reykjavík, har hon eisini býr.

Hon tók prógv í grafiskari sniðgeving í 1977 og hevur arbeitt við list síðani. Hon hevur havt nógvar listaframsyningar, bæði sjálv og saman við øðrum, í Íslandi, hinum norðurlondunum, Týsklandi, Polandi, USA, Suðurkorea og Japan.
Umframt at arbeiða við myndum er hon eisini rithøvundur og hevur givið nógvar barnabøkur út. Fyrsta bókin Allt í plati, kom út í 1980. Sigrún Eldjárn hevur myndprýtt fyri fleiri aðrar rithøvundar, t.d. Guðruna Helgadóttur.

 

Útgáva:
2014 Óbodnir gestir

Heiður:
1998 – Barnabókavirðisløn undirvísingarverk Reykjavíkur fyri Halastjørnan er komin
2006 - Várvindar IBBY, Ísland fyri myndir og ritstarv
2008 - Riddarakross íslendsku falkaskipanina fyri ískoyti til íslendska barnamentan
2011 - Íslendsku bjartskygnisvirðislønina

Sigrún Eldjárn

 

Óbodnir gestir

Um Øssur, sum er og vitjar Unu og Ása ú...

Um Øssur, sum er og vitjar Unu og Ása úti á bygd. Tey sova í tjaldi við kirkjugarðin, og eingin er heima. Alt í einum hoyrist okk...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo