Søren Vagn Jacobsen er danskur rithøvundur, føddur í 1946 í Keypmannahavn. Hann hevur starvast sum lærari frá 1969 til 2000.
Fyrsta bók hansara var Ha´det godt, Kaj; hon kom út í 1979 og vann í einari skandinaviskari ungdómsbókakapping.
Søren Vagn Jacobsen spennur víða, hann skrivar, science-fiction, krimi og skemtisøgur, umframt at hann hevur skrivað lærubøkur til undirvísingarbrúk.
Seinnu árini hevur Søren Vagn Jacobsen serliga skrivað lættlesibøkur og hevur vunnið prísir fyri tað.

 

Útgáva:
2011 Tummas og tjóvurin

2013 Jólagávan hjá Monu

 

Heiður:

1985 Kommunernes Skolebiblioteksforenings forfatterpris

1986 Kulturministeriets Børnebogspris
2002 Skrivaraprísin. Ársins lættlesi-rithøvundur

Søren Vagn Jacobsen

 

Jólagávan hjá Monu

Mona VIL hava ein kettu, men tað vilja ...

Mona VIL hava ein kettu, men tað vilja mamman og pápin ikki

Tummas og tjóvurin

Tummas torir ikki at leggja seg at sova...

Tummas torir ikki at leggja seg at sova. hann hoyrir so nógv óhugnalig ljóð.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo