1943 - 2014

Torill Thorstad Hauger var norskur rithøvundur og myndprýðari. Fødd 22. november 1943 í Oslo.

Hon hevur serliga skrivað søguligar ungdómsskaldsøgur.

Kendastu munnu tær vera um víkingar, sum eru týddar til føroyskt. Men hon skrivar ikki bara um víkingar, men hevur lagt stóra orku í at skapa ’Víkingalandið’, eitt stað sum liggur norðan fyri Oslo. Staðið læt upp í 1995 og rúmar bygningar og skip úr bókum hennara, t.d. ber til at vitja garðin hjá Sjúrði Ormsbana og hitta Sjúrð sjálvan og onnur úr bókum hennara. Skúlaflokkar kunnu gista har nakrar dagr fyri at sleppa at kenna víkingatíðina á egnum kroppi.

Á føroyskum hava vit eisini Eitt skip kom á Bjørgvin, sum forlagið Dropin gav út í 1988.

 

Útgávur:

1988 Eitt skip kom á Bjørgvin í 1349

1988 Víkingar rændu tey

1990 Tey flýggja frá víkingum

1991 Sjúrður Ormsbani

1994 Ravnsgenta

2001 Tórður Illugason

 

Umrøða:

Bent Rasmussen: Torill Thorstad Hauger – et frisk, norsk pust i børne- og ungdomslitteraturen. (Serblað í samband við Barnabókaheiðursløn Norðurlendska skúlabókavarðafelagsins 1994)

 

Heiður:

1980 Kultur- og kirkedepartementets Litteraturpris fyri Eitt skip kom á Bjørgvin

1980 Norsk litteraturkritikerlags barnebokpris fyri Eitt skip kom á Bjørgvin

1982 Kultur- og kirkedepartementets Litteraturpris fyri Sjúrður ormsbana

1984 Prøysenprisen

1989 Skolebibliotekarforeningens litteraturpris

1991 Dobloug prisen

1994 Nordisk Skolebibliotekarforening Børnebogspris

 

 

Torill Thorstad Hauger

 

Tórður Illugason

Lívið er fult av vandum , o gikki fyrr ...

Lívið er fult av vandum , o gikki fyrr enn Tórður megnar at koma niðan á Blóðseggina, fer hann at vinna á øllum ón...

Ravnsgenta

Tey siga, at hon er trøllagenta, sum va...

Tey siga, at hon er trøllagenta, sum var borin í heim uppi undir fjallinum, har ravnarnir flúgva og skríggja.Hvør er henda Ravnsgenta, sum jalsk...

Sjúrður Ormsbani

Sjúrður livdi fyri mongum hundrað árum ...

Sjúrður livdi fyri mongum hundrað árum síðan. Men nógv er óbroytt. Ein frásøga um øll, sum í felag st...

Tey flýggja frá víkingum

Reimur og Tir eru á veg til Íslands í v...

Reimur og Tir eru á veg til Íslands í víkingaskipi. Tey flýggja undan jalsættini í Noreg og øllum, ið trælkar t...

Víkingar rændu tey

Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld...

Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld. Patrik og Sunniva spæla á bønum og skjóta við boga inni í ...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo