1914-2001

Tove Jansson er finnlands-svenskur rithøvundur. Hon var elsta barnið í eini listafólkafamilju. Pápin var finnlandssvenski myndahøggarin Viktor ”Faffan” Jansson og mamman svenska myndakvinnan og teknarin Signe Hammersten-Jansson. Tove hevði tveir yngri brøður, Per Olov og Lars. Í bókini Bildhuggarens dotter (1968) greiðir hon frá barnaárunum í bohemskt borgarliga listafólkaliga umhvørvinum í Helsingfors. Um sumrarnar var familjan í skergarðinum, einum umhvørvi, sum hevði nógv at týða, tá ið Tove tilevnaði Mumidal.
   At Tove eisini ætlaði at vera listafólk, var klárt frá byrjan. Hon gavst í skúlanum sum fimtan ára gomul og gekk síðani á listafólkaskúlum í Stokkhólmi, Helsingfors og París. Hon gjørdi námsferðir í Evropa og var við á framsýningum. Í 30- og 40-árunum var hon ein væl umtóktur skemtiteknari í blaðnum Garm og hevði eina røð av djørvum myndum úr gerandislívinum í Finnlandi undir krígnum.
   Fyrsta mumibókin Småtrollen och den store översvämningen kom út í 1945. Tove tók ein lítlan figur, sum hon hevði nýtt til skemtitekningarnar í Garm, og nýtti hann sum høvuðspersón í fyrstu bókini. Í Garm æt figururin spelkni; nú gjørdist hann mumitrøllið. Í fyrstuni var tað mest eitt spæl at skriva, segði Tove.  ”Men sum frá leið, gjørdist tað líka umráðandi at skriva sum at mála, tvey arbeiði, sum kundu sameinast, í felag høvdu tey kanska myndirnar í bókunum.” Har komu heilar átta bøkur afturat um lívið í Mumidali, frá Kometjakten 1946 til Sent i november 1970. Kring familjuna í dalinum, har sjálvsagdi miðdepilin er  Mumimamman, savnast so við og við ein hópur av øðrum íbúgvum: Spelknadiddan og Sniff, Mumrikur og Lítla Mý, filifjonkar, hattagnagarar og heimilar – hvør við sínum eginleikum og serliga livihátti. Tove Jansson hevur í hesum bókunum skapað ein serligan heim, líka so gandakendan og hugtakandi fyri vaksin sum fyri børn.
   Gandakalshatturin Trollkarlens hatt (1948) gjørdist veruliga gjøgnumbrotið hjá Tove Jansson sum barnabókahøvundur. Bókin varð týdd til enskt, og hetta gjørdist byrjanin til, at mumibøkurnar fóru víða um heim. Tær eru týddar til 35 mál og eru framførdar bæði sum sjónleikur og opera, filmur er gjørdur burtur úr teimum, og tær eru sendar bæði í útvarpi og sjónvarpi. Men mumibøkurnar eru bara ein partur av hennara umfatandi listaskapi. Tove Jansson hevur eisini skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og hoyrispøl m. a. Den ärlige bedragaren, Rent spel og Resa med lätt bagage.  Ein av hennara egnu favorittum var  Sommarboken (1972), sum er um smágentuna Sophia og ommu hennara, Ham, mammu Tove.
   Tove Jansson hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum, teirra millum Nils Holgarson-plakaten 1953, H. C. Andersen-medaljen 1966, Mårbackpriset 1972,  Finlandspriset 1993 og Svenska Akademiens stora pris 1994.

 

Útgávur:

2010 Gandakalshatturin

         Halastjørnan kemur

          Mumi - lítil bók við orðum

         Mumi - lítil bók við tølum

         Mumi við klaffum - krógva og blunda

2011 Endurminningar hjá Mumipápa

         Jólatræið í Mín jólabók

         Myndaorðabók úr Mumidali

         Vandamikið hásummar

         Mumi - Summarbók við klistrimerkjum

2012 Mumi klaffabók - Hygganú

         Tað ósjónliga barnið

         Trøllavetur

2013 Mumi - Stóra klaffabókin

2014 Pápin og havið

         Seint í novembur

         Mumi og stóra skattaveiðan

2016 Litbókin hjá Mumi

 

Umrøða:

Boel Westin: Familjen i dalen. Bonnier 1988

Søren Vinterberg: Nekrolog: Mumimor Tove Jansson er død. Politiken 27. juni 2001

Ros Coward: Tove Jansson. The Guardian 30. juni 2001

Ann´-Christine Snickars: Jag vill ha en mamma Och en pappa. Och en filosof. Nordisk Litteratur 2003

Boel Westin: Tove Jansson. Ord. Bild. Liv. Bonnier 2007

Margareta Strömstedt: Om Tove Jansson. Opsis Barnkultur nr. 1/2010

Boel Westin: Mumiböckernas magiska kraft. Opsis Barnkultur nr. 1/2010

Janina Orlov: Jag svär vid min svans. Opsis Barnkultur nr. 1/2010

Christina Björk: Tove Jansson och hennes sällsamma barndomsvärld. Opsis Barnkultur nr. 1/2010

Juliet Rix: The Moomins - a family affair. The Guardian 3. juli 2010

Inna Tornroos: Mumiheimurin á føroyskum. Vikuskifti 29. apríl 2010

 

Heiður:

1966 H. C. Andersen-Medaljen

1992 Selma Lagerlöfs Litteraturpris

1993 Finlandspriset

1994 Svenska Akademiens stora pris

 

Tove Jansson

 

Litbókin hjá Mumi

"Eg vil vísa tær býir og landsløg og læ...

"Eg vil vísa tær býir og landsløg og læra teg at hyggja at øllum á ein nýggjan og tryggan hátt." Solei&et...

Halastjørnan kemur

Onnur av teimum fyrstu bókunum skrivaða...

Onnur av teimum fyrstu bókunum skrivaðar í 40 ´árunum um mumitrøllini  

Pápin og havið

Langt úti í havinum lá oyggin. Hon var ...

Langt úti í havinum lá oyggin. Hon var so at siga oyðin. Har var ein viti, men hann var sløktur. Á einum tanga búði ein út...

Seint í novembur

Tað er heyst í Mumidali. Fyri tey, sum ...

Tað er heyst í Mumidali. Fyri tey, sum koma hagar, sær alt øðrvísi út, ikki rættiliga sum tey høvdu hugsað sær.

Mumi og stóra skattaveiðan

Kom við mumitrøllinum og vinunum á hesa...

Kom við mumitrøllinum og vinunum á hesa spildurnýggju ævintýrferð

Trøllavetur

Fimta bókin í røðini um trøllini í Mumi...

Fimta bókin í røðini um trøllini í Mumidali. Ein kalssikari eftir Tove Jansson

Tað ósjónliga barnið

Sætta bókin í røðini um mumitrøllini

Sætta bókin í røðini um mumitrøllini

Vandamikið hásummar

Fjórða bókin í røðini um mumitrøllini í...

Fjórða bókin í røðini um mumitrøllini í Mumidali

Mín jólabók 2011

So var hon her endiliga, hugnaliga jóla...

So var hon her endiliga, hugnaliga jólabókin við søgum, tekningum og ítrivi

Myndaorðabók úr Mumidali

Vælkomin á spennandi orðaferð saman við...

Vælkomin á spennandi orðaferð saman við mumitrøllunum!

Endurminningar hjá Mumipápa

Mumipápin hevur mangan sagt, at einafer...

Mumipápin hevur mangan sagt, at einaferð skal hann seta seg at skriva endurminningar um sín rokmikla ungdóm.

Gandakalshatturin

Søgan byrjar við gandi tíðliga ein morg...

Søgan byrjar við gandi tíðliga ein morgun um várið og endar eina heita augustnátt. Tá ið mumufamiljan finnur gandakalshattin, he...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo