Ulf Stark er svenskur rithøvundur, føddur í 1944 og vaks upp í Stureby, sunnan fyri Stokkhólm. Hann skrivaði sítt fyrsta yrkingasavn 19 ára gamal.

Hevur arbeitt við mentanartilfari á blaðnum Expressen og sum starvsfólkaundirvísari í Arbeiðsmarknaðarstýrinum.

Bókmentaliga frambrotið byrjaði av álvara, tá ið hann gav bókina Dárar og deydur út í 1984.

Bøkurnar um Ulf og vinmannin Percy er ein øðrvísi háttur at skriva ævisøgu, har hann brúkar navnið, men finnur uppá hendingarnar. Lygnin hevur við tað skapandi at gera, sigur Ulf Stark, orðið eitt slag av legokubbum, sum tú kanst brúka at bygga og skapa veruleikar við.

Í samband við at Bókadeild Føroya lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ulf Stark á vitjan, og fólkaskúlanæmingar høvdu høvi at hitta hann í Norðurlandahúsinum, har hann greiddi frá og svaraði spurningum um skaldskap sín.

  

Útgávur:

1995 Lati hvítabjarnirnar dansa

1996 Stóribeiggin

1998 Systir mín er ein eingil

1999 Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy

2001 Dárar og deydur

2004 Vinur mín sjeikurin í Stureby

2006 Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg

 

Ummæli/umrøða:

Bent Rasmussen: Ulf har fået hund! Skolebiblioteket (Serblað í samband við Barnabókavirðisløn norðurlendsku skúlabókavarðafelagsins í 1998)

Birgitta Fransson: Lovsånger till livet. Opsis Kalopsis nr 3, 2012

Birgitta Fransson: Ulfs hundar. Opsis Kalopsis nr 3, 2012

Ulla Lundqvist: Gudomliga gamla dårfinkar. Opsis Kalopsis nr 3, 2012

Ulf Stark: Med barn-perspektivet i kappsäcken. Opsis Kalopsis nr 3, 2012

 

Heiður:

1984 Bonniers Juniorförlags barnbokstävling fyri Dárar og deydur

1985 Zilverlen Griffel, Holland

1986 Children´s Book Choice, Belga

1988 Nils Holgarsson plaketten

1993 Astrid Lindgren-priset

1994 Deutscher Jugendliteraturpreis

1995 Expressen, heffaklumpen fyri Stóribeiggin

1996 Augustpriset fyri Systir mín er ein eingil

2016 Kulla Gulla priset

 

 

Ulf Stark

 

Lítil og sterkur

Ulf Stark hevur savnað eitt úrval av sí...

Ulf Stark hevur savnað eitt úrval av sínum sniðfundugu og væl kendu søgum í eina bók.

Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg

Ulf fer at halda summarfrí hjá ommu og ...

Ulf fer at halda summarfrí hjá ommu og abba sínum úti á bygd. Seinni kemur Percy at vitja - óboðin væl at merkja. Í fyrs...

Vinur mín sjeikurin í Stureby

Ein arabiskur sjeikur skal koma at vitj...

Ein arabiskur sjeikur skal koma at vitja pápa Ulf. Og Ulf hevur lært seg at hypnotisera, so nú kann hann fáa Lassa Ågren, Marionnu og Percy at ger...

Systir mín er ein eingil

Systir Ulf er besta systir, sum til er....

Systir Ulf er besta systir, sum til er. Hon er ikki herskut, og hon er rættiliga vill. Men hon kann eisini vera friðarlig og fitt. Hon er ein eingil.

Lati hvítabjarnirnar dansa

Ein stuttlig og sorgsom søga um Lassa, ...

Ein stuttlig og sorgsom søga um Lassa, sum broytist og um pápan, sum spælir gomul Elvisløg.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo