Carolin Philipps er týskur rithøvundur.

Hon er fødd í 1954 í Meppen.

Hevur lisið søgu og enskt í Hannover og Bern.

Hon hevur skrivað bøkur síðan 1989 og hevur serligan áhuga fyri evnum, sum børn og ung hugsa nógv um í gerandisdegnum. Evnini eru mangan politisk, t.d. kunnu tey snúgva seg um m.a.  analfabetismu, rasismu og samkynd. Hon leggur stóran dent á tolsemi, men roynir ikki at smoyggja nakra lætta loysn oman yvir lesaran.

Hon býr og starvast sum studentaskúlalærari í Hamburg.

 

Útgávur:

2007 Hvítar blómur í Gulu ánni

2008 Dreymar búgva allastaðni

2011 Made in Vietnam

2013 Tá ið tú ikki eigur orð

 

Ummæli:

Tóra við Keldu: Eg eigi ikki orð. toravidkeldu.blogspot.dk 12. juli 2013

 

Heiður:

2000 Tolsemis- og friðarheiðursløn UNESCO

 

Heimasíða:

www.carolinphilipps.de

 

Carolin Philipps

 

Tá ið tú ikki eigur orð

Bókin er um drongin Kristian, hvørs páp...

Bókin er um drongin Kristian, hvørs pápi ger seg inn á hann kynsliga. Hon er um, hvussu trupult tað er at siga frá, tá ið ein per...

Made in Vietnam

14 ára gamal Lan stríðist undir ómennis...

14 ára gamal Lan stríðist undir ómenniskjaligum viðurskiftum í einari verksmiðju í Vietnam, sum ger nýmótans ít...

Hvítar blómur í Gulu ánni

Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklan...

Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Hon hevur ongantíð hugsað serliga nógv um tað at vera ættlæ...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo