Eric Carle er amerikanskur myndprýðari og rithøvundur.

Hann er føddur í Syracuse í New York í 1929 og flutti við foreldrunum til Týsklands, tá ið hann var seks ára gamal. Har gekk hann í skúla og fekk seinni útbúgving á listaskúlanum Akademie der bildende Künste í Stuttgart.

Hann flutti aftur til USA í 1952 og fekk starv sum grafikari á The New York Times.

Fyrsta bók við bæði teksti og myndum eftir hann var 1, 2, 3 to the Zoo og stutt eftir kom Hin svanga ormveran, sum gjørdi hann kendan um allan heim.

Eric Carle hevur sermerktan stíl. Listarliga arbeiði hansara er eyðkent av kollagu, hondmálað pappír, sum hann sker og skapar til lýsandi og litríkar myndir.

Saman við konu sínari, Barbaru, grundaði hann savnið The Eric Carle Museum of Picture Book Art í 2002. Savnið liggur í Amherst við Hampshire College.

 

Útgávur:

2004 Hin svanga ormveran

2006 10 lítlar gummidunnur

2006 Hin ágrýtni eiturkoppurin

2007 Hin svanga ormveran. Blinda- og sansabók

2012 Hin svanga ormveran

2013 Lær litir, skap, orð og tøl

 

Umrøða:

Boris Halva: König der Krabbeltiere. Frankfurter Rundschau 24. juni 2009

 

Heiður:

2003 Laura Ingalls Wilder Award

 

Heimasíða:

www.eric-carle.com

 

Eric Carle

 

Hin svanga ormveran

Svanga ormveran etur og etur, líka til ...

Svanga ormveran etur og etur, líka til hon ein dagin umskapast. Fyrst til eina reivveru og síðan til ein vakran firvald  


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo