Francesca Simon er amerikanskur rithøvundur, búsitandi í London.

Hon las miðaldarsøgu og bókmentir á Yale og Oxford.

Í 1989 fór hon av álvara at arbeiða við barnabókmentum og er nú kend í fleiri londum fyri bøkurnar um Herviliga Henry.

Hon sigur sjálv, at hon altíð hevur fatað søgurnar um Henry sum ein barnawestern.

Henry er lógloysingur, ber seg ræðuliga at, men kemur ofta væl burtur úr tí.

Á sama hátt sum vaksnum dámar at lesa um persónar á markinum, so dámar børnum eisini at lesa um børn, sum gera sovorðið óumhugsað og ikki hugsa um avleiðingarnar.

”Eg fekk hugskotið til bøkurnar, tá ið ein vinur bað meg skriva um eitt óargaligt barn. Herviligi Henry sá dagsins ljós á staðnum. Eg sá beinanvegin fyri mær ein treiskan, lítlan drong og tey neyðars væl meinandi frísinnaðu foreldrini. Eg hevði eisini áhugað í at kanna systkinaklandur, sum eg kendi eitt sindur til sjálv, av tí at eg eri elst av fýra systkjum, og at kanna familjur, har foreldrini gera av, at annað barnið er skikkiligt, og hitt er óskikkiligt, soleiðis var tað, at Frálíki Fríðrikur fekk lív. Skjótt fekk Henry sítt egna lív, saman við ráðaríku madammuni í grannahúsinum, Droyu Drós (Moody Margaret), sum er ein blanding av mær sjálvari og av Margaret Thatcher, soleiðis sum eg ímyndi mær hana sum barn.”

 

Útgávur:

2007 Herviligi Henry

        Herviligi Henry og Loyniklubbin

        Herviligi Henry lumpar tannálvuna

        Herviligi Henry og lýsnar

2008 Herviligi Henry í spøkilsishúsinum

        Herviligi Henry verður knappliga ríkur

        Herviligi Henry og mumiu-banningin

        Herviligi Henry hevnir seg

2009 Herviligi Henry og undirbuksurnar

        Herviligi Henry og stinkbumban

        Herviligi Henry hittir drotningina

        Herviligi Henry og trølladaddan

2010 Herviligi Henry og fotbóltshetjan

        Herviligi Henry og øgiliga óreina tíðarmaskinan

2013 Herviligi Henry rokkar

        Herviligi Henry rænir ein banka

        Herviligi Henry heldur jól

2014 Herviligi Henry og kykt

2015 Herviligi Henry og skrímslafilmurin

          Herviligi Henry vekir tey deyðu

 

Ummæli/umrøða:

Turid Hallan Buarøy: Rampete Robin. Drammens Tidende 12. mai 2005

Helen Brown: 'Henry is horrid so they don´t have to be'. The Telegraph 15. mars 2008

Dinah Hall: What makes Henry so horrid? The Telegraph 5. apríl 2010

Paul Bignell: Francesca Simon: 'I wanted Horrid Henry to be like Cain and Abel. The Independent 28. august 2011

 

Heimasíða:

www.francescasimon.com

www.horridhenry.co.uk

 

Francesca Simon

 

Herviligi Henry hevur marruna

Um drongin Herviliga Henry, sum finnur ...

Um drongin Herviliga Henry, sum finnur upp á so mangt, sum fær teg at ringja teg saman av látri.

Herviligi Henry og kettjupkríggið

Fýra fantastiskar søgur um Herviliga He...

Fýra fantastiskar søgur um Herviliga Henry.

Herviligi Henry vekir tey deyðu

Ein ótrúliga forherðaður drongur, sum e...

Ein ótrúliga forherðaður drongur, sum eitur Herviligi Henry

Herviligi Henry og skrímslafilmurin

Herviligi Henry er ein søgubók um ein ó...

Herviligi Henry er ein søgubók um ein ógvuliga forherðaðan drong.

Herviligi Henry og kykt

Fyrsta faktabók hjá Herviliga Henry

Fyrsta faktabók hjá Herviliga Henry

Herviligi Henry rænir bankan

Flogvitið Herviligi Henry finnur aftur ...

Flogvitið Herviligi Henry finnur aftur upp á okkurt illavorðið

Herviligi Henry rokkar

Fýra nýggjar søgur um tann illavorðna h...

Fýra nýggjar søgur um tann illavorðna herviliga Henry

Herviligi Henry og øgiliga óreina tíðarmaskinan

Herviligi Henry er eitt flogvit og øgil...

Herviligi Henry er eitt flogvit og øgiliga illavorðin. Bók nummar 14 í røðini.

Herviligi Henry og fótbóltshetjan

Bókin um Herviliga Henry og fótbóltshet...

Bókin um Herviliga Henry og fótbóltshetjuna er nú uppafturprentað

Herviligi Henry og trølladaddan

Ein stuttlig bók um Herviliga Henry, su...

Ein stuttlig bók um Herviliga Henry, sum kom út í 2009, er nú uppafturprentað

Herviligi Henry og undirbuksurnar

Ein bók um Herviliga Henry, sum varð út...

Ein bók um Herviliga Henry, sum varð útseld nærum beinanvegin hon kom út, er nú uppafturprentað

Herviligi Henry hittir drotningina

Herviligi henry ger skálkabrøg, so tú r...

Herviligi henry ger skálkabrøg, so tú ringir teg saman av látri.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo