1856-1925

Henry Rider Haggard er enskur rithøvundur, føddur í Norfolk í Onglandi.

19 ára gamal sendi pápi hansara hann til tað, sum í dag er Suðurafrika, at arbeiða fyri bretska vararíkisstjóran.

Tá ið Henry kom aftur til Onglands í 1882, hevði hann lært til sakførara, men hann skrivaði fyri tað mesta skaldsøgur. Søgurnar eru um upplivingar hansara í Afrika, og tær eru ofta um djarvar ævintýrarar og horvnar mentanir.

Hann skrivaði Nám Sálamon kongs, sum kom út í 1885. Bókin gjørdist kend og sera væl umtókt.

Hann ferðist um heimin sum landbúnaðarráðgevi og var í 1919 tilnevndur Knight Commander of the British Empire.

 

Útgáva:

Nám Sálamon kongs

 

Henry Rider Haggard

 

Nám Sálamon kongs

Ein klassisk søga, sum verður endursøgd...

Ein klassisk søga, sum verður endursøgd av Russel Punter. Henry fer til Suðurafrika at leita eftir beiggja sínu, George, sum hann er vorðin &oa...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo