1902-1991

Isaac Bashevis Singer var amerikanskur rithøvundur, føddur í Polen og ein av leiðandi rithøvundunum innan jiddiskan skaldskap.

Familjan búði í Warshava, men mátti flyta til heimbygdina hjá mammuni í 1917 orsakað av tí, ið fór fram undir fyrra veraldarbardaga.

Í 1923 flutti Singer aftur til Warshava og fór at arbeiða á einum bókmentaligum tíðarriti har.

Í 1935 fór hann til USA fyri at sleppa undan vaksandi fasismuni í Polen.

Singer gav út einar 18 skaldsøgur, 14 barnabøkur, ritroyndir og greinar, men er serliga kendur sum stuttsøguhøvundur.

 

Útgávur:

2002 Jachid og Jechidah í Tað nýggja Atlantis

 

Ummæli/umrøða:

Joseph Epstein: What Yiddish Says. The Weekly Standard 10/25/2004

 

Heiður:

1978 Nobel heiðursløn

 

Isaac Bashevis Singer

 

Tað nýggja Atlantis

Fimtan vísindastuttsøgur og drúgv frágr...

Fimtan vísindastuttsøgur og drúgv frágreiðing um vísindskaldskap.


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo