Linne Bie er belgiskur rithøvundur, fødd 16. mars 1974.

Føðinavnið er Caroline Dierckxsens, men hon varð kallað Linnebie sum lítil og tók tí hetta navnið, tá ið hon fór undir at skriva og myndprýða bøkur.

Hon býr í Brasschaat saman við manninum Dirk og teimum fýra børnunum, Leon, Rosalie, Olivia og Gustave og so er eisini ein ullintur terrierhundur í húsinum nevndur Basil.

Fyrst teknaði hon dýr, serliga hundar, men tá ið lítli Leon varð føddur, fór hon at brúka hann sum fyrimynd til Lítla Lávus bøkurnar.

 

Útgávur:

2005 Lítli Lávus letur seg í

2005 Lítli Lávus vil sova

2005 Lítli Lávus er svangur

2005 Lítli Lávus er skitin

2006 Lítli Lávus frá høvdi til fót

2010 Lávus brúkar suttu

2011 Rósa Lina fer ein túr

        Dýrini hjá Rósu Linu

2015 Lítli Lávus er ikki illur

         Rósa Lina sigur nei

 

Heimasíða:

www.linnebie.com

 

Linne Bie

 

Lítli Lávus er ikki illur

Lítli Lávus er ikki illur, hann er glað...

Lítli Lávus er ikki illur, hann er glaður!

Rósa Lina sigur nei!

Systir Lávus eitur Rósa Lina. her er ei...

Systir Lávus eitur Rósa Lina. her er ein fitt bók um hana.

Rósa Lina fer ein túr

Fyrsta bók um lítlusystur lítla Lávus, ...

Fyrsta bók um lítlusystur lítla Lávus, Rósu Linu

Dýrini hjá Rósu Linu

Rósa Lina er so góð við dýr

Rósa Lina er so góð við dýr

Lávus brúkar suttu

Nú er Lávus vorðin størri, men enn brú...

Nú er Lávus vorðin størri, men enn brúkar hann suttu


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo