Lucie Engombe er fødd í Ovambolandi í Namibia tann 13. oktober 1972. Fýra ára gomul noyddist hon saman við allari familjuni at flýggja undan suðurafrikansku hersetingini. Tey búðu í flóttafólkalegu Sambia nøkur ár, áðrenn Lucia 7 ára gomul varð flutt til Eysturtýsklands at ganga í skúla.
Flytiningin av børnum úr Namibia til Týsklands var ein samstarvsavtala millum frælsisfylkingina SWAPO og eysturtýsku stjórnina.
Tá ið Berlin-múrurin fall í 1990, var Lucia og øll hini børnini flutt heim aftur til Namibia.
Eftir nógv stríð at finna familju sína aftur og koma til sættis við heimlandið, sum nú var vorðið fremmant, tók Lucia studentsprógv og fór síðan at læra til journalist.
Hon hevur starvast í fjølmiðlum síðan 2000.

 

Útgávur:
2009 Barn nr. 95. Mín týsk-afrikanska odyssé

 

Umrøða:
Jane Paulick: East Germany´s Namibian Adventure. Deutsche Welle 19. november 2004

 

Lucia Engombe

 

Barn nr. 95

Forvitnislig endurminning, ein týsk-afr...

Forvitnislig endurminning, ein týsk-afrikansk odyssé, sum Lucie Engombe hevur skrivað.  


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo