Malala Yousafzai er fødd í Pakistan 12. juli 1997. Hon byrjaði tíðliga at blogga um rættindi hjá børnum og vann pakistanska friðarprísin fyri tað. Hon hevur stríðst og stríðist enn fyri rættinum hjá gentum at sleppa at ganga í skúla.

9. oktober 2012 varð hon skotin í høvdið í bussi á veg heim úr skúla. Tað var Taliban, sum tók ábyrgd av morðroyndini. Hon lá fyrst á sjúkrahúsi í Pakistan, men varð síðan flutt til sjúkrahús í Birmingham, har hon spakuliga kom fyri seg aftur.

Hon býr nú saman við foreldrum og brøðrum í Birmingham.

 

Útgáva:

2015 Eg eri Malala

2016 Eg eri Malala, 2. upplag

 

Um Malalu:

http://www.bbc.com/news/world-asia-23241937

Marie Brenner: The Target í Vanity Fair, apríl 2013

http://www.vanityfair.com/news/politics/2013/04/malala-yousafzai-pakistan-profile

 

Ummæli:

Guri Fjeldberg. Skutt fordi hun ville gå på skolen. 101. De beste barne- og ungdomsbøkene 2005-2015

 

Heiður:

2013 Sakharov-prísurin

2014 Friðarheiðursløn Nobels

 

Malala-grunnurin

 

Malala á blogginum

 

 

Malala Yousafzai

 

Eg eri Malala

Øll verðin steðgaði á, ta´tað frættist ...

Øll verðin steðgaði á, ta´tað frættist at ein ung pakistansk genta var skotin í høvdið, tí hon stríddist ...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo