Michael Morpurgo er enskur rithøvundur føddur í 1943.

Hann las enskt og franskt á London University og starvaðist eitt skifti sum lærari og varnaðist, at alt ov nógv børn, sum búðu í stórbýum og býarøkjum, ikki høvdu møguleika at uppliva natúruna.

Saman við konuni setti hann á stovn ein felagsskap, sum skuldi gera tað møguligt hjá býarbørnum at sleppa at ferðast úti á landinum.

Tey hava í løtuni tríggjar garðar, ein í Wales, ein í Devon og ein í Gloucestershire.

Síðani 1976 hava yvir 50.000 børn úr øllum Onglandi verið og ferðast á onkrum á gørðunum í eina viku.

At búgva í Devon, lurta eftir Mozart og arbeiða við børnum gevur honum allan tann íblástur, hann hevur brúk fyri, at skriva bøkur, sigur Michael Morpurgo.

 

Útgávur:

1985 Vinur ella fíggindi

1998 Skipið Zanzibar

2014 Ferðin til Amerika

 

Umrøða:

Shaun Mc Carthy: All about Michael Morpurgo. Heinemann educational Books 2004

Michael Morpurgo: Let children be the judge of a good book. The Telegraph 16. nov. 2010

Michael Morpurgo: My favorite children´s books. The Telegraph 20. mars 2013

 

Heiður:

1995 Beefeater Children's Novel - Winner

1995 Whitbread Children´s Book Award

2003 Children´s Laurerate

2006 OBE

 

Heimasíða:

www.michaelmorpurgo.org

 

 

 

Michael Morpurgo

 

Skipið Zanzibar

Scillyoyggjar eru í ein útsynning úr La...

Scillyoyggjar eru í ein útsynning úr Landsend´. Í árinum 1907 stendur illa til á oyggjunum.

Vinur ella fíggindi

2. heimsbardagi er. Tveir dreingir flyt...

2. heimsbardagi er. Tveir dreingir flyta úr London og koma at búgva á einum bóndagarði, langt burtur frá fólki og langt burtur fr&aac...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo