Oliver Jeffers er írskur myndprýðari og rithøvundur. Hann er føddur í Vesturaustralia í 1977, men flutti longu tvey ára gamal til Belfast við foreldrunum. Hann tók prógv í myndprýðing  og visuellum samskifti á universitetinum í Ulster í 2001.
Hann er kendur myndprýðari og hevur havt framsýningar m.a. í New York, London, Belfast, Sydney og melbourne
Vilst og funnin aftur er onnur myndabókin um ein ónevndnan drong í stríputari troyggju og við stelkabeinum. Tann fyrsta er How to Catch a Star og seinasta er The Way Back Home. Drongurin við teimum bláu eygunum og stóru nøsini býr í einum húsi onkustaðni, men har síggjast ongantíð nøkur foreldur. Tað er kanska hetta, sum ger, at drongurin ferðast til heimsins enda við einari pingvin ella fer upp á mánan og hittir eitt ókunnuskapilsi ella eina stjørnu. Onkursvegna tykist hesin drongurin at vera sum vilstur í einum óendaliga stórum landslagi.
Vilst og funnin aftur er eisini gjørd sum teknifilmur, sum hevur vunnið kenda BAFTA prísin.

 

Útgáva:

2011 Vilst og funnin aftur

 

Umrøða:

Grein í Artist and Illustrators Magazine

Tina Essmaker: Oliver Jeffers. thegreatdiscontent.com 19. mars 2013

Michelle Dean: Oliver Jeffers: I was always an artist - but not a child of books. The Guardian 29. september 2016

 

Heiður:
2005 CBI Bisto Award fyri Vilst og funnin aftur
2005 Nestle Gold Medal Award fyri Vilst og funnin aftur
2006 BBC Blue Peter. Best book to read aloud fyri Vilst og funnin aftur
2006 BBC Blue Peter Book of the Year Award fyri Vilst og funnin aftur

 

Heimasíða:
oliverjeffers.com

Oliver Jeffers

 

Vilst og funnin aftur

Ein myndabók um ein drong í stríputari ...

Ein myndabók um ein drong í stríputari troyggju og í topphúgvu


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo