1850-1894

Robert Lewis Stevenson var skotskur rithøvundur. Hann er serliga kendur fyri bøkurnar Skattaoyggin, sum kom út fyrstu ferð í 1882 og The Strange Case of Dr. Jekyll and Mr. Hyde, sum kom út í 1886.

Hann var viðurkendur sum rithøvundur, meðan hann livdi, men eftir fyrsta heimsbardaga broyttist sjónarmiðið á skaldskap hansara, og hann var hildin at vera 2. flokks rithøvundur. Hann hvarv úr bókmentaundirvísing og var útihýstur í tí 2000 bls. longu Oxford Anthology of English Literature, sum kom út í 1973.

Ikki fyrr enn í 2006 slapp hann við í 8. útgávuna av bókmentaritverkinum. Sjónarmiðið á Stevenson er aftur broytt; í dag verður hann hildin at ver ein týðandi rithøvundur.

Robert Louis Stevenson livdi seinastu ár síni á Samoa. Tá ið hann doyði, bara 44 ára gamal, hildu íbúgvarnir í økinum, har hann búði, vakt yvir søgusigaranum (sum hann varð nevndur) um náttina. Aftaná bóru teir hann fleiri míl á herðunum niðan á eitt berg út móti havinum, har hann varð grivin.

Við leiðið stendur skrivað tað, hann vildi hava sum gravskrift:

 

Under the wide and starry sky,

Dig the grave and let me lie.

Glad did I live and gladly die.

And I laid me down with a will.

This be the verse you grave for me:

Here he lies where he longded to be;

Home is the sailor, home from the sea

and the hunter home from the hill.

 

Útgávur:

2004 Skattaoyggin

2015 Løgna søgan um Jekyll lækna og harra Hyde

2016 Rændur

 

 

Robert Louis Stevenson

 

Rændur

Farbróðir David Balfour, tann óreini og...

Farbróðir David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar t&i...

Løgna søgan um Jekyll lækna og harra Hyde

Ein spennandi søga um teir báðr Jekyll ...

Ein spennandi søga um teir báðr Jekyll og Hyde

Skattaoyggin

Ein klassisk sjórænarasøga um unga Jim ...

Ein klassisk sjórænarasøga um unga Jim Hawkins, sum í serligum umstøðum fær hendur á. Kortið er av eini oyggj, har...


 

Samband

  • Bókadeild Føroya Lærarafelags
  • Pedda við Stein gøta 9
    FO 100 Tórshavn

  • Telefon: 61 76 44 / 31 96 44
  • Teldupostur: bfl@bfl.fo